Tá Ternan skuldi fara av Skopun kl. 16:30 í dag stóðu ikki færri enn 150 bilar klárir at sleppa við yvir á Gomlurætt. Pláss var sum vera man ikki fyri øllum bilunum, men tá dekkið var fult legði Ternan frá landi.
Hetta dámdi ikki hinum ferðafólkunum so væl, og tí var dúgliga floytað frá bilunum, tá portrið fór upp.
Tiltakið var skipað sum eitt mótmæli ? ella tilmæli! ? til landsins myndugleikar um at fáa ætlanina um Sandoyartunnilin setta í verk.
- Vit ynskja at vísa myndugleikunum og tíðindatænastuni á tær umstøðurnar, sum vit liva undir dagliga, sigur Isabella Sivertsen, sum var ein av mongum, sum gekk á bryggjuni og savnaði inn undirskriftir í hesum sambandi.
Enn er einki avgjørt viðvíkjandi tunlinum, og tí ætla sandoyingar sær til Havnar í morgin at siga sína greiðu hugsan um Sandoyartunnilin.










