Minst 1.500 føroyingar til dystin í Skjern (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðu við samskiparan hjá HSF, Hallur Danielsen

Tað verða minst 1.500 føroyingar til EM-undankappingardystin ímillum Føroyar og Danmark í altjóða høllini í Skjern í Jútlandi leygardagin. Hetta fegnast Hallur Danielsen, samskipari hjá HSF um.

 

Dysturin millum Føroyar og Danmark byrjar klokkan 15.10, og Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum á FM1, ið hoyrist á www.midlar.fo, FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.  Samsent verður við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna.

 

Áhugin millum danir er tó ikki so stórur fyri dystinum, og enn hava ikki nógvir "útiáskoðarar" keypt atgongumerki til dystin, ið annars verður vístur beinleiðis á TV2 og á KVF. Hallur Danielsen heldur tó, at góða úrslitið hjá Føroyum ímóti Montenegro kann fáa onkrar danskar áskoðarar upp úr stólinum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna FM1 gjørdi við Hall Danielsen aftaná bragdið í Podgorica í Montenegro. Í samrøðuni lýsti Hallur eisini frálíka avrikið hjá føroyska manslandsliðnum ígjár.