Minorca uppí

Týsdagin gjørdi IGA av, at Minorca skal sleppa upp í Oyggjaleikirnar. Hetta verður oyggj nummar 25, sum er við í Oyggjaleikunum, og taõ er samstundis markið, sum IGA hevur sett fyri luttakaratalið.
Ætlanin er ikki, at fleiri oyggjar skulu sleppa upp í, tí tað kann gera, at Oyggjaleikirnar verða ov stórar til oyggjarnar at hýsa.
Minorca er partur av spanska ríkinum, men fekk í 1983 avmarkað sjálvstýri.