Omma
1918-2007
20. kvøld og dansurin gongur,
høgtíðin enn í gluggunum hongur,
- sjónska og litríka glitrið nú verður
fingið til høldar, og dámur er berur.
Hjá ommu var hetta dagurin síðsti,
at kertur og ljós í gluggunum lýstu.
Mittan vart tú
sum helt heldini saman,
linkandi nú sólsetursglæman.
Lítil og løtt, men tú fylti so nógv,
rakk allastaðni, eym og so flógv.
Og dansurin gongur 20. kvøld,
hválvið so døkt, men himmalsku tjøld
peika á eina stjørnu aftrat,
eina so blanka, ið enn einki æt.
At tað var tú, var ongantíð ivi:
"Farin, men tó í tykkum, eg livi,
fráferðin gjørdist mær góð og so blíð,
eingin gangur og als einki stríð.
Eg slapp at fara, tit vóru um meg,
líðandi slepti lívinum, eg
fylgdi við tykkum og bleiv meir enn gomul,
uppi hvørt liðið mær helt, tit øll somul."
Dagliga dagin tú gjørdi so littan,
í okkara lívi - omma var mittan.
Ellisárini tolin tú tamdi,
ikki um brekini tráu teg gramdi.
Hvar gongur leiðin, tá vit vitja aftur?
- Um Borðoyarvík, har meldur er tættur.
Í Bug undir garðinum laðaða hvílir,
omma, ið nú gistir gudborin býlir.
Ommudøtur