Nýggja dagtilhaldið húsast í niðastu hædd á Norðoya Røktarheimi Dagtilhaldið er ætlað heimabúgvandi minnisveikum í Klaksvíkar Kommunu, skrivar kommunan á heimasíðuni.
Avvarðandi og minnisveik, ið hava fingið staðfest sjúkuna hjá lækna, hava nú møguleika at koma út og verða saman við øðrum, sum eru í somu støðu.
Dagtilhaldið er opið gerandisdagar frá kl. 9 til 17, tó mikudag kl. 13 til 17.
Trý starvsfólk eru á dagtilhaldinum, ein sjúkrarøktarfrøðingur, ein heilsuatstøðari og ein hondarbeiðslærarinna.
Kelda: Klaksvíkar kommuna










