Minnist tú hendan posan?

- Í sambandi við, at SMS fyllir 40 ár, er tann ikoniski appilsinguli beriposin endurprentaður. Tað skrivar SMS í dag.

 

 

Posin varð gjørdur í 1977, tá ið SMS lat upp. Ingvør Nolsøe teknaði posan í samstarvi við Hans Mortensen.

 

 

- Dentur varð lagdur á at geva SMS ein serstakan samleika. At brúka so sterkar litir í sjeytiárunum var óvanligt. Og at brúka viðlitað plast var eisini ein forkunnugur teknikkur. Posin varð brúktur í nógv ár og bleiv dagførdur so hvørt, sum SMS varð bygt, og fleiri handlar komu í húsið. Samleikin við tí sterka litinum sást eisini aftur í teimum mongu SMS-bløðunum, sum vórðu gjørd í húsinum, skrivar SMS í dag.