Sunnudagin klokkan 16 verður minningarhald í Havnar Kirkju fyri børn, sum eru farin.
Tað verður Hanus á Gørðum prestur, sum prædikar, men Døgg Nónsgjógv fer eisini at syngja og spæla.
Minningarhaldið verður sum ein vanliga gudstænasta, men áðrenn gudstænastuna er høvi hjá teimum, sum vilja, at tendra ljós og at minnast børnini í stillum. Aftan á gudstænastuna verður so ein drekkamunnur í Posthúskjallarinum.
Tað var Felagið, Pinkubarnadeyði, sum tók stig til hetta minningarhaldið í november 1997.
- Undirtøkan var so mikið góð, at avgjørt var at gera hetta til ein vakran og afturvendandi sið, har øll kunnu minnast mista barn sítt – sama nær og hvussu tey mistu tað.
- Tá ið vit missa eitt barn, missa vit ein part av okkum sjálvum. Ein part av okkara framtíð, ein part av okkara samleika. Vit náddu at knýta sterk bond til børn okkara, sama um tey vóru fødd ov tíðliga, tá tey skuldu, ella um vit hava livað saman við teimum, sigur felagið.
- Saman minnast vit tey farnu børnini við einum dámi av góðsemi og fløva, einum siði við ritualum, ið er við til at binda bond ímillum fortíð og framtíð, leggja tey afturat.
- Í dag liva vit í eini mentan, har vit dagliga skulu vísa skjótleika og framfýsni, sum prógv um, at vit liva lívið til fulnar.
- Vit geva okkum ikki stundir at dvølja og sansa. Henda sterka kenslan av felags lagnu, gevur bæði foreldrum og avvarðandi stundir til at minnast børnini, ið fingu eitt alt ov stutt lívsskeið.
- Tá ið vit tendra ljós í kirkjuni fyri børnum okkara, er tað eitt tekin um kærleika og at børn okkara enn lýsa í hjørtu foreldranna, sigur felagið Pinkubarnadeyði.