Minnir um rasismu

-Grundleggjandi er hugburðurin mótvegis útlendingum broyttur í hesi samgonguni. Samgongan hevur bert uppfunnið eina grundgeving sum eitur arbeiðsloysi fyri legimitera sín stramma útlendingapolitikk, heldur Bill Justinussen.

-Samgongan hevur tveitt grundregluna um næstrakærleika fyri borð.
Tingmaðurin hjá Miðflokkinum, Bill Justinussen, sigur, at flokkurin er ómetaliga ónøgdur við framferðarháttin hjá Jógvan við Keldu á útlendingaøkinum.
-Førdi politikkurin ger seg inn á sakleys menniskju , og politikkurin minnir ikki sørt um rasismu, vísir miðflokkamaðurin á.
Bill Justinussen heldur, at spurningurin um útlendingapolitikk Føroya eisini snýr seg um moralska ábyrgd.
-Tú mást minnast, at føroyingar fluttu í stríðum streymi av landinum undir kreppuni, og væl varð tikið ímóti okkum. Londini, sum føroyingar fluttu til, høvdu væl lægri arbeiðsloysi enn vit hava í dag, og tí er tað burturvið, at vit eru farin undir at blaka útlendingar út, sigur Bill Justinussen


Íspunnin grundgeving
Tingmaðurin hjá Miðflokkinum heldur, at grundgevingin hjá samgonguni um, at økta arbeiðsloysið ger tað neyðugt við einum strammari útlendingapolitikki eru íspunnin.
-Grundleggjandi er hugburðurin mótvegis útlendingum broyttur í hesi samgonguni. Samgongan hevur bert uppfunnið eina grundgeving sum eitur arbeiðsloysi fyri legimitera sín stramma útlendingapolitikk, heldur Bill Justinussen.

Óvirkin samgongu
Miðflokkurin heldur lítið um leiklutin hjá Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum í samband við útlendingapolitikkin hjá samgonguni.
-Tað er einki yvir at dylja, at tað fyrst og fremst er Jógvan við Keldu og hansara flokkur, sum mynda útlendingapolitikkin hjá samgonguni. Vit hava hoyrt til nakað av ónøgd í tinginum frá bæði Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum, men sum heild hava hesir flokkar verið alt ov óvirknir í spurninginum, tí longu nú liggja fleiri syrgiligar lagnur í klemmu, vísir Bill Justinussen á.