Nú bæði morgnar og kvøld gerast myrk og long, minnir Ráðið fyri Fersðlutrygd á, hvussu skilagott tað er at festa endurskin á bæði fólk og fæ.
- Fólk til gongu hava lyndi at halda, at tá tey síggja bilin, sær bilførarin eisini tey. Men veruleikin er tó ein heilt annar, tí í skýming og myrkri er næstan ógjørligt hjá bilførarum at síggja teg, ert tú ikki í endurskini.
Tí er tað sera bílig lívstrygging altíð í minsta lagi at nýta eitt endurskin, tá tú ert til gongu í myrkri ella skýming.
Tey, sum brúkar endurskin er í 85% minni vanda yvirkoyrd.
- Kortini vísir ein kanning, at bara 40% av føroyingum altíð brúka endurskin og tað eru mest kvinnur, sum hugsa um hendan lítla lívbjargaran, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd.
Tummilsregulin er, at endurskinini skulu vera so lágt sum gjørligt, so at billyktirnar raka tey. Tey eiga at vera sjónlig frá øllum síðum og ansast skal eftir, at taskur, turriklæði og annað ikki fjalir tey.
At enda minnir Ráðið fyri Ferðslutrygd á, at tað er eisini hent at seta endurskin á skógvar, taskur, barnavognar og somuleiðis eisini á hundin.
Fyri egnu rokning kann undirritaði eisini heita á tey, sum eiga seyð, sum at seta endurskin um beinini á seyðinum, tí tað ongin ivi um, at tað forðar fyri nógvum ferðsluóhapp við teimum avleiðingum, tað hevur við sær fyri bilar, fólk og seyð.
Á myndini eru vinmenninir Nathanael, Djóni og Janus.Teir ganga í fyrsta klassa á Velbastað og brúka endurskin