Minningarorð um Otto C. Dam

Otto C. Dam – Otto í Vikanum í Porkeri – bleiv 86 ár. Hann hevði góða heilsu, men í seinastuni var hon farin at bila, og nú legði hann árarnar inn. Eftir sita konan Ingrid, børnini Herman, Maiken og Jonna, og fýra abbabørn. Otto og Ingrid, sum er ættað úr Nólsoy, búsettust í Havn, men fluttu seinni út á Argjar, har tey hava búð síðani.

Otto C. Dam – Otto í Vikanum í Porkeri – bleiv 86 ár. Hann hevði góða heilsu, men í seinastuni var hon farin at bila, og nú legði hann árarnar inn. Eftir sita konan Ingrid, børnini Herman, Maiken og Jonna, og fýra abbabørn. Otto og Ingrid, sum er ættað úr Nólsoy, búsettust í Havn, men fluttu seinni út á Argjar, har tey hava búð síðani.
Otto er tann persónur, sum eg havi arbeitt longst sam­an við í mínum lívi. Tað bleiv til meira enn 50 ár. Tað byrjaði, táið vit sum stýri­menn fóru eftir nýbygda trol­aranum Vágbingi í no­vemb­ur 1959 í Viana do Castello í Portu­gal. Har vóru vit saman til árs­lok í 1963. Síðani byrjaði tað aftur í 1968, og í 1969 keyptu vit saman við øðrum ídnaðartrolaran Vónina, sum var nýbygdur í Eystur­týsklandi, og tað vardi meira ella minni alla tíðina, til hann fyri fáum árum síðani legði frá sær. Vit vóru báðir í nevndini fyri P/f Vónina. Trolaran høvdu vit í 26 ár, men tað var serstakliga trol­arbeiði, vit koma at starv­ast saman um.
Vit byrjaðu at arbeiða upp á trol í 1971 í einum kjallara í Fuglafirði, og tað vant upp á seg alla tíðina, til felagið var selt í 2005, men vit komu báðir at starvast har aftaná tað, og nú er felagið broytt soleiðis, at tað er partur av einum altjóða felagi, sum eitur VON, sum hevur ein umsetning upp á umleið 350 milliónir krónur. Felagið er framvegis føroyskt.
P/f Vónin er tvær ferðir vald til ársins virki, og tað er millum aðrar Otto fyri at takka. Hann var leiðari av deildini í Havn frá 1970 áru­num, og hann var ein framúr góður trol- og trolaramaður og visti, at um nakar vildi hava trolgreiðir frá honum, so skuldi tað vera gjørt av einslistum. Hann gekk ikki upp á kompromis á nak­ran hátt við góðskuni og vanda­lig­um arbeiði, og hann var góð­ur til at tillaga trolini, so tey gjørdust betri og fiski­ligari. Eg vil siga, at hann kanska meira enn nakar ann­ar legði eitt støði, sum gjørdi, at allir trolaramenn, bæði á brúgv og dekki og í landi litu á, at tað, sum kom frá Vónini, var kvalitetur. Tað eru ikki fáir menn, sum bera Otto, at hann hevur vant teir upp til trolaramenn. Teir eru komnir at arbeiða hjá Otto sum ungir dreingir, og hann hevur lært teir upp, so teir eru vorðnir álitismenn bæði á sjógvi og landi, og mangir sigla sum stýrimenn og skiparar í dag. Hetta, at teir hava verið á trolvirkinum, ger, at teir hava skapt eitt “back feed” báðar vegir, sum er sera virðismikið fyri báðar partar.
Otto visti frá ungum áru­m av, hvat tað var at hava ábyrgd. Pápi hansara doyði í bestu árum frá stórum barna­flokki, og har stóð Otto sum tann, sum ikki minst mátti taka ábyrgd av familjuni, og tað gjørdi hann í størsta álvarsemi. Otto tók eisini sína trúgv á Gud í álvara og vísti við sínum lívi tað, sum svaraði til hansara trúgv.
Eg fari at minnast Otto sum vin og arbeiðsfelaga við takksemi og stórari virðing.

-----
Olaf Olsen