Vermøður hava eitt óheppi orð á sær, men tað er kanska mest í skemtisøgum. Fyri meg hevur mín vermóður alíð verið mær góð. Hon var ikki sum aðrar vermøður, hon var nakað fyri seg.
Hon kundi vitja okkum í vikur, men ongantíð fall skeivt orð millum okkum. Altíð tók hon hond í, og vaskimaskinan var neyvan liðug at vaska, so var hon á veg út á snór við klæðunum. Hon hoyrdi bara til í húsi okkara í Esbjerg.
Dreingjunum dámdu eisini so væl, tá omma kom at vitja, tí so var altíð ein góður køkubiti at fáa. Heldur ikki nýttist mær at hugsa um at fara út ørindi, so var hon bara heima hjá dreingjunum.
Sjálvt um Gunhild sjálv átti tveir synir og heilar seks gentur, kendi eg meg altíð javnbjóðis teimum, tók meg til sín sum hennara egna.
Eg kenni meg hepna at hava átt verðins bestu vermóður, og vil við hesum fáu orðum lýsa frið yvir minnið um Gunhild Joensen.
Lissy Joensen