Minningarorð um Torleif Sigurðsson

Deyðsboð, óansæð um tey koma eftir langa sjúkralegu ella sum í Torleif’sa føri, sum eitt skot frá klárum himli, er ongantíð nakað, ið vit eru fyrireikað uppá.

Tann dagin, týsdagin tann 12. februar, á veg norð úr Havn, ið eg fekk deysboðini um Torleif, var tað sum steðgaði alt upp. Tann maður, ið eg síðstu næstan 16 árini, havi arbeitt tætt saman við í politikki, og sum ikki bert var partamaður, men eisini vinmaður, var bráddliga ikki ímillum okkum longur. Tað kendist, sum at nú var eitt tíðarskeið í lívinum liðugt.


Torleif og eg komu at kennast av álvara í valskeiðnum 1992-1996, tá ið eg gjørdist varalimur hjá Javnaðarflokkinum í Klaksvíkar býrað. Torleif var tá formaður í Fótbóltsambandinum, og sjálvt um hann ongantíð tímdi at ferðast, nóg illa til Havnar, so var hann ofta burtur í samband við fotbóltin. Um hann var burtur, í styttri ella longri tíð, so syrgdi hann altíð fyri, at varaumboðið tók sæti í býráðnum fyri hann. Hetta, altíð at lova einum framat, var ein eginleiki, ið var ein partur av Torleif sum menniskja. Tá ið vit ið sótu í býráðnum, skuldu velja limir í uttanhýsisnevndir, legði hann ta linju, at vit ikki sjálvi skuldu býta sessirnar ímillum okkum, men velja onnur í flokkinum. Øllum, ið vístu politiskan áhuga, vildi hann lova framat.


Tá ið eg í 1996 var vald inn í býráðið, vil eg siga, at eg varð lærd upp av Torleifi í nevndararbeiði. Hin partin, bakgrundsvitanina, hana fekk eg frá Christian Olsen, sála, ið hevði sitið nógv ár í býraðnum. Christian og Torleif vóru vinmenn, og tað var skjótt, at eg og míni vórðu drigin inn í henda vinarskaran, og tað eri eg teimum báðum ómetaliga takksom fyri.


Vit vóru, sum nevnt, mest saman í politiskum arbeiði, men hóast tað, so visti eg altíð tað síðsta nýggja um børn og ikki minst abbabørn, ið hann helt ótruliga nógv av. Eisini spurdi hann meg argandi, um eg sum reyðsokkur helt tað vera í lagi, at hansara kona arbeiddi heima. Vit vóru ikki altíð samd politiskt, tað kom ofta av aldursmuninum haldi eg, hann argaði meg altíð við, hvussu dýr eg var fyri kommununa við hesi barnaansingini, sum hann tók til. Hóast tað, so var hann altíð loyalur og bakkaði meg upp í teimum málum eg kom við.


Torleif var javnaðarmaður útfrá sínum egnu lívsroyndum og ikki útfrá nøkrum teoretiskum, hann sýndi tað í verki og hevði onkuntíð ilt við at skilja tey, ið høvdu eina meira akademiska tilgongd til politikk. Tað síðsta vit tosaðu um, sunnukvøldið innan hann doyði, var hvussu vit skuldu skipa

okkum í býraðnum, nú eg hevði tikið sæti á tingi. Hóast tú ikki altíð segði so nógv, so hevur Javnaðarflokkurin nógv at takka tær fyri, serliga tað, ið tú vísti í tínum máta at arbeiða politiskt uppá.


Við missinum av fyrst Christiani og síðan Torleifi, tykist tað, sum um eitt ættarlið av politikarum er farið, tað er ikki lætt at koma aftan á tykkum, men í virðing fyri tykkum vilja vit, ið eftir eru, gera tað, ið vit eru ment at bera arvin víðari.


Vit eru nógv, ið kenna stóran sakn, nú ið tú er farin, ikki minst tíni nærmastu. Vit í Jørundsgøtu vilja, við hesum fáu orðum, takka tær so hjartaliga fyri alt, ið vit hava havt saman.


Hvíl í friði góði Torleif, og Harrin signi tykkum, ið eftir hann sita.


Eyðgunn Samuelsen