Tað er ringt at byrja eitt tílíkt minningarorð. Ein hevur bestan hugin til, at einki minnigarorð skuldi skrivast. At alt bert var ein misskiljing, og at tú kemur flennandi inn í gjøgnum dyrnar og biður um ein kaffimunn. Men veruleikin er ikki altíð tann søtasti bitin! Tíðir sum hesa kennist bitin ikki bert beiskur, men rotin.
Tað er ringt at ímynda sær hví eitt menniskja sum tú skuldi verða tikið frá konuni, børnunum, abbasoninum, mammuni og øllum okkum, ið elskaðu teg so nógv. Heimurin tykist so sera fátækur uttan títt lætta lyndi, tín látur og tínar skemtiligu speisku viðmerkingar.
Eg minnist sum barn, at eg gleddi meg til tú komst á vitjan. Eg helt altíð tú vart so hugnaligur at vera saman við, og so vart tú so sera stuttligur. Tú manst hava verið borðfúti í fleiri brúðleypum í familjuni, tí eg kallaði teg bara ”bestemmi maðurin” sum smágenta. Eg helt, at um man skuldi í brúdleyp, so var tað sjálvsagt, at tað var tú, ið ”bestemmaði” í brúdleypinum.
Nei, ikki er tað lætt at ímynda sær, at tú ikki telist ímillum okkum longur. Upp aftur verri er tað hjá tínari elskaðu konu, børnum, abbasoni og mammu. Okkara tankar og bønir hava verið við teimum, serliga í dag, nú jarðarferðin skuldi verða í Syðrugøtu. Nei, ikki kann man siga, at hetta er nemt at skilja! Tíðin lekir øll sár, verður sagt. Eitt tílíkt sár verður kanska til eitt arr hjá tínum kæru einaferð. Hetta arrið fer altíð at síggjast, og bera eitt sorgblítt dæmi.
Eitt er vist, deyðin steðgar ikki tær í at geva gleði til onnur. Nú finna vit gleðina í mongu minnunum um teg, kæri Andreas.
Vónin brostin
Gleðin sløknað
Ilt er á morgni
Aftur at vakna
Hví hetta hendi
Ikki vit skilja
Lívsglæman kámað
Alt ov tíðliga
Men tó vit vita
At Guð hin kæri
Teg fevnir og elskar
Í himmalsins garði
Hvíl í friði
--------------
Maria