Góði, elskaði Leon Gunnar, tú bleiv tikin frá okkum so tíðliga og brádliga. Og eftir sita vit og spyrja hví?! Men líka so vist, at okur verða borin inn í henda heim, ja, líka so vist er tað, at okur ein dag aftur skulu úr hesum heimi.
Leon Gunnar, altíð var tú glaður, smílandi drongur, og altíð klárur at hjálpa. Tú var nógv avhildin og saknurin er stórur, nú tú ikki er millum okkum longur. Tað er so tómligt her á Sevmýri, altíð hoyrdi eg teg koyra framvið á knallert, ella sá teg ganga og altíð heilsaði tú. Ja, og ikki at gloyma jólini úti hjá ommuni og abbanum. Vit bæði fóru tíðliga út at hjálpa ommuni at gera klárt, pynta, leggja pakkar undir træið og seta matin á borðið. Tað var so hugnaligt. Men í ár stendur tín sessur tómur. Tað verður ongantíð tað sama aftur uttan eg, góði.
Eg hevði ikki havt koyrikortið leingi, fyrrenn tú kom biltúr við mær, og altíð høvdu vit tað stuttligt og flentu saman. Tú var biltúr við mær fáar dagar áðrenn tú bleiv tikin frá okkum, og tað eri eg glað fyri, tí so fingu vit prátað og stuttleikað okkum eina síðstu ferð.
Tú var ikki meira enn 15 ára gamal, ja í besta aldri, sum orðatakið sigur, »eingin veit á morgni at siga, hvar ein á kvøldi gistir«. Tað er satt, eingin veit hvat dagurin hevur at bjóða okkum, tí skulu vit ikki taka lívið fyri givið.
Eg var í skúla, tá eg fekk at vita, hvat var áfatt, og eg trúði tí ikki. Tað gekk ikki upp fyri mær tá, og eg haldi ikki at tað er tað enn. Tað er so ófatiligt tað heila og tómligt uttan teg, Leon Gunnar góði! Tú kendi so nógv fólk og tosaði við øll. Saknurin er stórur og tað sá man eisini við jarðarferð tína, kirkn var full av fólki, sum vóru komin at fylgja tær á síðstu ferð tíni.
Góði Leon Gunnar, hvíl í friði kæri skattur, og Jesus pápin veri hjá tær til okur einaferð møtast aftur.
Má Gud styrkja og verja mostur, Teddy gubban, Angilie, Jan og Erolf.
Dagsarbeiðið hjá Leon Gunnar endað er,
sum hann, ver trúgvur alla tína ferð;
hans unga likam kundi hvílu fá.
Gud stilla kann hvørt hjartans djúpa trá.
Til síðsta farvæl og hvíl í friði her,
títt sakn er stórt ímillum tíni her;
Gud troysti tann títt hjarta hevði kær,
Hann eina veit hvat okkum gagnligt er.
Elin