Minningarorð um Sigvald Hentze Hvalba

Tung var náttin og tyngri tá lýsti, og boðini komu at stavurin var funnin.
Í besta veðri, og tá alt var byrjað at spretta, og fyrstu lombini vóru komin í bøin og nøkur í hagan, legði okkara góði vinur, Sigvald, árarnar inn.

Sporini vóru tald, og gekk hann tey síðstu, har hann kendi hvønn stein og hvørja túgvu.

Sigvald hevði stóran alsk til náttúruna, og var hann seyðamaður í fleiri ár í Heiðinum, og rakstrarmaður Uttan Knúka í 32 ár. Seyðurin var hansara eitt og alt, hann segði oftani, eftir at konan var deyð, at hevði hann ikki havt seyðin at fara til, so hevði mangan verið ringt.

Sigvald visti nógv og var sera hugnaligur maður. Dugdi væl at læra unga fólkið, hann hevði við sær í rakstri, og siga teimum ymiskt.

Serliga áhugavert var, tá raksturin var liðugur, og sitið var við búgvið borð, tá varð prátað og hegnisliga fekk hann ungu garparnir at lurta.

Serliga glaður var hann fyri, at hann í fyrrárið var í Lítlu Dímun og fleygaði og kundi síggja góðu umstøðurnar, unga fólkið hevði skapt sær úti í Oynni. Hann helt fyri, at betri frídagar kundi tú ikki fáa.

Tómligt er og verður, ein bygdarmynd er farin, og enn einaferð standa vit spyrjandi. Tað sum nú nívir er, at einki er at fara til, og vit mugu ásanna, at eingin veit á morgni ar siga, hvar hann á kvøldi gistir.
Sigvald var eisini ein av teimum, ið gekk har hann fór, og nógvir vóru túrarnir norður í Trøðina, og hóast hann var 69 ár, var hann av bestu gongumonnum, og væl dámdi honum at ganga.

Við hesum fáu orðum vilja vit her úr húsinum lýsa frið yvir Sigvald.

Birgir