Bert fáar vikur frammanundan var hann her í Føroyum og vitjaði okkum, og tá tyktist hann vera rættiliga byrgur, hóast sín høga aldur. Kortini mundi hann kenna á sær, hvønn veg tað bar, tí hann hevði ikki lætt við at siga farvæl, tá vit fylgdu honum til flogvøllin aftaná sína seinastu vitjan hjá okkum, hann visti helst, at nú var fjørðurin skjótt rógvin.
Siggi var vestfirðingur, ættaður av Rauðasandi. Hann var ættkærur maður, og honum dámdi væl at greiða frá sínum ættfólki. Sum frásøgumaður var hann framúr góður, mangar eru tær løturnar, tá vit sótu og lurtaðu, meðan hann greiddi frá, ikki minst, tá hann kom inn á sínar barndómsdagar og ungdómsár fyri Vestan. Tað sást týðiliga, at hann mintist aftur á teir dagarnar við gleði, hóast hann mangan hevði tað strævið, tá hann sum vanligt var í tí tíðini mátti gera vaksnamannaarbeiði, frá tí at hann var so frægur.
Somuleiðis kundi hann at kalla rúnarbinda okkum, sum lýddu á, tá hann fortaldi um nógvar ymiskar hendingar, honum høvdu verið fyri í hansara langa lívi. Hann hevði eitt ótrúliga gott minni, mintist hendingarnar niður í minstu smálutir, og hetta saman við sínum viðføddu evnum at gera frásagnirnar so livandi, at vit at kalla sóu hendingarnar fyri okkum, gera hesar løturnar ógloymandi. Tíbetur er meginparturin av frásøgnunum festar á band, og harvið hevur Siggi latið ein varða eftir seg til stóra gleði fyri sínar eftirkomarar.
Minnist, tá eg á fyrsta sinni kom á dyr hjá teimum Sigga og Mariu. Mundi helst vera eitt sindur fjálturstungin, sum vanligt er hjá einum unglingi, ið fyrstu ferð skal heilsa uppá síni verforeldur. Men beinanvegin kendi eg á mær, at einki var at óttast fyri, við síni náttúrligu medferð og viðfødda gestablídni greiddi hann á ein púra náttúrligan hátt ta torføru uppgávu at fáa henda smædna dótturmannin at kenna seg heima frá fyrsta degi. Hesin vinskapur, sum tók seg upp okkara millum, helt sær til hansara doyggjandi dag, ongantíð hoyrdi eg øvugt orð frá honum, tvørtur ímóti sýndi hann, hvørja ferð høvið beyðst, hvussu høgt hann metti okkara vinalag.
Sigga dámdi væl at koma til Føroya á vitjan, serliga tey seinnu árini høvdu vit bæði Elsa tað stóru gleði at fáa vitjan av honum rættiliga tíðum, ofta hevði hann á orði, at hann metti Føroyar sum sítt annað heimland. Saknurin verður stórur, nú hann hevur verið á síni seinastu vitjan, tómligt verður at koma í heimið á Blómsturvøllum, nú bæði Maria og Siggi eru farin. Men minnini liva eftir, og lati okkum varðveita tey til teirra æru.
Friður veri við minninum um Sigurð Breiðfjørð Halldórsson.
Elsa og Kristian