Minningarorð um Signar Vilhelmsen

Føddur 13. nov. 1971, deyður 13. mai 2007

Tung vóru boðini úr Føroyun, um at beiggi okkara var tikin frá okkum á so ungum aldri. Vit vóru øll, foreldur og syskin, samlaði, niðri í Danmark í konfirmatión, so tað var hart, at vit ikki kundu vera har, men bara skuldu bíða eftir næsta flogfari til Føroya. Signar fekk sum 33 ára gamal staðfest hjartafeil, sum nú heilt óvæntað vísti seg at vera álvarsamari enn hildið.Signar Vilhelmsen


Góði elskaði stóribeiggi 


Alt for tíðliga bleivst tú tikin frá okkum. Giftur við tínum ungdómskærleika, elskaði hana av øllum hjarta.

Børn var tykkara hægsta ynski, men tað skuldu ganga ár áðrenn tit endiliga fingu tað uppfylt – ein stór gáva. Hann var tín gullklumpur. Stoltleikin og kærleikin lýsti úr eygum tínum.

Fótbóltur var tín stóra interessa – um arbeiði vildi, koyrdi tú Føroyar runt og hugdi at FS-Vágar. Liverpool var eisini títt favorit lið. Vit øll fingu boð um at finna eina Liverpool blusu til lítla sonin

Allan Paula – Vit náddu tað ikki áðrenn tú bleivst tikin frá okkum, men beiggi hevur funnið eitt heilt sett nú. Vit kunnu bara síggja teg fyri okkum, hvussu stoltur tú hevði verið at sæð hann í tí.

Signar, -okkara stóribeiggi- Stórt ansvar at hava, og tú fylti tað til fulnar. Aldrin kom eitt ringt orð av munni tínum, altíð klárur at lurta, um man hevði nakað uppá hjarta, og at verja ein um tað var brúk fyri tí. Eitt hjarta av gull, eitt sinnarlag so róligt, at man ikki visti av tær, fyrr enn tú stóð við okkara lið. Orð kunnu ikki beskriva teg sum persón, tí kendi man teg, vóru orð óneyðug.


Vit sum eftir sita kunnu ikki forstanda, at tað skal vera so. Hví kundi hann ikki fingið fleiri ár saman við okkum. Hví skuldi hann verða tikin frá okkum, sínari ungu konu, sum hann elskaði so høgt, sínum elskaða soni, sum hann endiliga hevði fingið, og frá foreldrum okkara, sum vóru so stolt av, at hann hevði keypt hús beint við síðuna av hjá teimun, og nú tá ommu og abbabørnini byrjaðu at koma, kundi tað ikki vera betri. Man kan blíva bittur, men tað hjálpir ikki. Vit mugu bara takka fyri tey gódu árini, vit náddu at fáa saman við tær elskaði beiggi. 


Hvíl í friði góði. 


Ynskja Systkini