Súsanna Oluffa Katrin Dam, fødd Thomsen, varð fødd 3. desember 1944 og vóru foreldur hennara johanne Sofie Florence (Hannefía), fødd Olsen úr Vestmanna og Nicael Sederius Thomsen úr Syðrugøtu. Hannefía var fastur mín og vóru Súsanna og eg sostatt systkinabørn.
Eftir lokna skúlagongd fór Súsanna í læru í Føroya Banka, har hon arbeiddi til hon varð biðin í leiðarastarv í Fossbankanum, tá hann varð settur á stovn. Tá Fossbankin gavst í 90'ara kreppuni og sethúsaeigarafelagið bleiv stovnað, tók Súsanna sær av leiðsluni har.
Súsanna byrjaði at arbeiða hjá RannTeld í juli 1996, har hon, sum tað álitisfólk, hon var, var okkara høgra hond. Vit kundu altíð fult og heilt líta á, at tað arbeiði, ið hon fekk frá hondini, varð gjørt til lítar, og var hon eisini sera væl lýdd av viðskiftafólkum RannTelds.
Súsanna hevði stóran áhuga fyri politikki og var sera virkin í Sambandsflokkinum. Tey mongu lesarabrøvini frá hennara hond eru góð prógv um stóra samfelagsáhuga hennara! Hon var vald í fleiri nevndir og hevði fleiri álitisstørv og gekk nógv upp í at røkja hesar uppgávur væl og virðiliga.
Góða Súsanna, vit á RannTeld sakna teg sáran, bæði sum arbeiðsfelaga og sum tann vitugi og rættvísi persónur, tú var, og er saknurin hjá mær persónliga serstakliga svárur, tí tú var mín høgra hond og mítt álit arbeiðsliga. Eg kundi altíð heita á teg og kundi altíð spyrja, tá okkurt var áfatt.
Men saknurin og sorgin hjá tykkum, Jógvan, Jóhanna Elisabeth, Margreta, Torgerð og Bjørg og øll ommubørnini, kann ikki metast við okkara, tí tit hava mist tykkara konu, mammu og ommu. Má tann góði Gud og frelsari okkara, Jesus Kristus, troysta tykkum og halda Sína verndarhond yvir tykkum í komandi døgum.
Ærað veri minnið um Súsannu Dam.
Vegna starvsfelagar tínar á RannTeld
Atli