Longsta dag á árinum, meðan sóljur og summardáar stóðu í fagrasta blóma, andaðist Olivia Joensen úti á Bø í Leirvík, 94 ára gomul. Hon var tann seinasti grannin í fedranna ættarliði, og bleiv eisini tann elsti. Aftaná seinna heimsbardaga bygdu John og Olivia sær hús niðan fyri húsini hjá okkum, úti á Bø í Leirvík, og eru tey tí ein partur av tí barnamynd, sum situr føst í minninum, tá í sólsetur var í Djúpinum, meðan ternur og ritur sótu sum siluettir á flesini og meðan dimmið legðist yvir fjørðin. Ella í høgættaódn, tá ið brotini holvdu seg inn yvir gomlu kai, og alt vóð í skúmi inn eftir Buðinum, tá vóru húsini hjá Oliviu ýti at meta eftir, hvussu høg brotini kundu verða, og húsini tyktust stundum at vaða í brimi.
Teir eldru dreinginir hjá Oliviu og eg vóru nakað javngamlir, og kom eg tí ofta sum drongur í teirra heim at spæla, og til at byggja bátar saman við Eli. Eg minnist enn, hvussu væl Olivia dugdi at skipa fyri sinum húsi. John var sjómaður, og var tí nógv burtur, men Olivia tók sítt kall sum mamma og húsmóður í størsta álvara, og aldi síni børn upp fyrimyndarliga. Eitt ja var eitt ja, og eitt nei var eitt nei, tó alt í kærleika.
Olivia hevði sum ung verið á húsholdningskúla í Danmark, og gjørdi hon tí til tíðir forvitnisligan mat, sum ein ikki var heilt vanur við úti á Garði, t.d. minnist eg, at hon oftani súltaði reyðrøtur, og vóru skivurnar ofta størri og tjúkkari, enn tær man vanliga sá í gløsum, og smakkaðu tær avbera væl upp á livradeiggj.
Tá ið kúgvin hjá okkum, ella teirra kúgv “Movsy” høvdu kálvað, var tað fastur siður at bera hvør øðrum ketilost, og minnist eg, at tá ið Olivia hevði tømt dylluna við ketilosti og vaska hana, so koyrdi hon altíð okkurt í dylluna at hava heim aftur við, ja, soleiðis var hon. Onkuntið fyrst í 50-árunum kom hetta væl við, tá ikki var so nógv at taka av.
Olivia var ein mentað og andaliga vakt kvinna. Dugdi sera væl at siga frá og í missiónshúsinum sótu børnini sum negld í sunnudagsskúlanum, tá hon segði frá ella fortaldi søgur. Undir
jólatræhaldinum, tað sum eg minnist best, fekk hon øll at seta seg still á gólvið at lurta.
Barnaárini runnu við gleimi og leiki í grannalagnum, og áðrenn ein varnaðist tað, vóru tey farin, og eg fór til skips og síðani til Danmarkar at sigla. Eitt árið, tá eg komi aftur til Leirvíkar, tá er kúgvin Movsy hjá Oliviu dripin, og tey hoyggja ikki meira á trøðni. Og nakað seinni hoyri eg, at Olivia er farin at planta trø uppi í gerðinum. Hetta ljóðaði løgi. Hvussu kundu nøkur trø fara at vaksa uppi á Brekkum, har sum útsynningurin feiðaði alt fyri sær um vetrarnar. Men ikki veit eg, har byrjaði at festa rót og vaksa, meðan Olivia royndi alt hon kundi at hjúkla um hesar spírar og hegna rundan um, so seyður ikki slapp inn. Og síggj í dag, nú stendur hetta sum eitt prýðið og eitt minni um ein persón, sum sá tað vakra í lívinum, bæði í menniskjum og í vøkstri. Hon fekk alt at spíra rundan um seg við sínum lyndi og lívshátti. Til hendurnar var hon eisini ófør, og mangt plaggið fekk hon frá hondini. Hon sá tørvin á eini bók við føroyskum sjalamynstrum, og úr hondum hennara kom so ein bók við eini rúgvu av ymiskum mynstrum nágreiniliga skrivað ikki bert til føroyingar at binda sjal eftir, men eisini á enskum, so eisini útlendingar kundu fáa gleði av henni .
Olivia fortaldi fyri mær, at sum ung kvinna bleiv hon andaliga vakt og kom til trúgv á Harran Jesus, og at hetta hevði verið hennara styrki í lívinum. Oftani trong um bróstið av astma, har hon mátti ganga nógv úti, bæði á degi og á nátt. Stóra sorg upplivdi hon eisini, tá hon misti dóttrina Maluna í bestu árum. Tó hóast alt hetta var hennara lyndi lætt og lívsjáttandi heilt til tað seinasta.
Nú svevur likamið hjá Oliviu undir grønum flag, meðan andin hvílir í Guds nærverðu í Paradísi, til tey aftur verða sameind á tí stóra uppreistrarmorgni.
Ærað verið minnið um góðu grannakonu okkara Oliviu Joensen.
Osmund Justinussen