Minningarorð um okkara kæra gubba Jógvan Ólason

28. apríl andaðist gubbi 61 ára gamal.

Lungnasjúkan, sum gubbi stríddist við, versnaði spakuliga tey seinastu árini. Páskadag bleiv hann innlagdur. Teir fyrstu dagarnar livdu vit øll í vónini um at hann fór at fáa tað betri, men teir seinastu dagarnar gekk tað bara ein veg.
Orsaka av sjúkuni valdi gubbi at gevast sum lærari, áðrenn hann fylti 60. Hann var lærari við stórum L. Hann gekk ótrúliga høgt upp í sítt arbeiði, og fylgdi næmingunum leingi aftaná, at teir vóru lidnir við fólkaskúlan. Hann var ein strangar lærari, tað vil siga ein lærari, sum kravdi nakað av sínum næmingum, og hann kravdi at teir lurtaðu eftir. Men samstundis var gubbi eisini ein lærari við kenslum. Var tað endaliga úrslitið hjá einum næmingi ikki gott, tók gubbi sær tað ógvuliga nær.
Gubbi hevði seyð í nógv ár. Hetta gingu mostur og gubbi høgt uppí, serliga tá lembingin nærkaðist. Tá varð serligt eftirlit við hvørjari ær. Og ofta ringdu tey at fortelja, at nú var eitt lamb komið afturat. Tað stuttligasta við lombunum var, tá tey skuldu út á bøin. At síggja hvussu tey tóku tey fyrstu fetini í skervinum uttanfyri seyðahúsini, tað stuttleikaðu við okkum øll við.
Um sumrarnar hoyggjaðu mostur og gubbi tað, sum tey áttu av bøi. At sleppa við í bøin hesa tíðina dámdi serliga Magdalenu ógvuliga væl. Áðrenn farið var, gjørdi mostur drekka og mat klárt, og gubbi ornaði rívur, og tað sum har til hoyrdi. Útvarpið var eisini altíð við, tí báðum dámdu teimum væl at lurta eftir tónleiki. Sín kærleika til tónleika vísti gubbi ein av síðstu døgunum, hann var millum okkum. »Mítt føðiland« ljómaði í útvarpstólinum. Hetta er eitt av mongu løgunum, gubbi helt sera nógv av, og sjálvt um hann ikki var heilt klárur, so megnaði hann undrunarvert at syngja við.
Gubbi og Solberg høvdu bát saman í fleiri ár. Teir vóru mangan á floti saman, og gubbi brúkti nógvar tímar at umvæla og snøgga um bátin. Orsakað av heilsuni seldu teir bátin fyri nøkrum árum síðani, men teir báðir vóru nógv saman líka til tað síðsta. Onkuntíð kundi man síggja teir fara ein túr á hvør sínum prutli. Eingin ivi um, at saknurin er stórur hjá Solberg, nú gubbi ikki er meira.
Gubbi og mostur hava altíð verið góð við okkum. Frá tí degnum vit komu til verðina, hava tey verið sum okkara foreldur. Søgdu mamma og babba nei til okkurt, so fóru vit bara oman til mostur og gubba. Thomas og Andreas hava eisini altíð sagt luffomma og luffabbi við og um mostur og gubba. Mangar leygarmorgnar og sunnumorgnar plagdi gubbi at ringja suður at práta við teir. Teir sakna Luffabba, og serliga Andreas er enn viðhvørt illur við Jesus pápa. Thomas var í feriu, tá gubbi doyði, og hann er ræðuliga ringur um, at hann ikki náddi at siga farvæl. Men teir hava fingið at vita, at teir gott kunnu práta við hann, tí hann hoyrir teir.
Mostur, teir seinastu dagarnar á hospitalinum vísti gubbi tíðuliga, hvussu góður hann var við teg. Sjálvt um hann óivað eisini hevur verið glaður fyri, at næstan øll familjan var um hann, so var tað alla tíðina tær hann spurdi eftir. Mostur, tú veist, at vit eru her, og vit vilja altíð hjálpa tær!
Vit vilja við hesum lýsa frið yvir minnið um kæra gubba okkara Jógvan Ólason.
Magdalena, Jóhan og Súnfríð