Minningarorð um okkara góðu fastur Albjørg Jacobsen

fødd 22.11.1936 deyð 1.2.2014

Góða fastir, tað er við sorg í hjartanum, at vit skriva nøk­ur minningarorð um teg.
Tú var yngst av sjey systkj­um, dóttur Andreu og Sakarias Müller í Kvívík.
Tað, sum vit minnast aft­urá, sum var ómetaliga stutt­ligt og hugnaligt var, tá ið vit búðu í sama húsi Undir Snið. Vit vóru smágentur tá, vit vóru so góðar við teg og tú við okkum. Tað bleiv mangan flent at okkum, vit gloppaðu hurðini inn til tykkum og spurdu: er fastir inni. Var hon ikki inni, tímdu vit ikki inn.
Tey seinnu árini hava vit ofta verið saman. Í apríl í fjør vóru tú, mamma og Helga í vikuskifti úti í Vestmanna. Tað var sera hugnaligt. Tú hevði eina gásvið, sum vit høvdu til døgurða sunnudag. Í september, tá ið Kvívíkar kommuna fylti 100 ár, vart tú eisini við okkum. Tað var ein sera góður dagur.
Tað er so trist at hyggja út á Trøð og onki ljós er at síggja í vindeygunum longur.
Góða fastir, tú hevði tað ikki so gott teir síðstu dagarnar, so tað var gott, at tú bleiv tikin heim til Harran, sum tú legði alt títt álit á.
Við hesum fáu orðum lýsa vit frið yvir okkara góðu fastur.
-----
Ansa og Helga