Minningarorð um Nancy Bjørklund

Allarbesta omma.

Nøkur menniskju fáa so nógv rúm í hjartanum, at tá tey eru farin, so leggja tey eitt so stórt tómrúm eftir sær, sum ein bert fellur niður í og hvirlar har ørkymlaður runt og kann ikki rættiliga finna fótafestið aftur. Eitt tílíkt saknað menniskja ert tú.
Tú vilt altíð fylla mítt hjarta við tínari veran. Tú ert mín fyrimynd, mín sálarvinur og mín gleði. Hvussu ofta hava vit ikki havt »to sjæle og en tanke«. Tú hevur altíð havt nøkur fantastisk evni til at fáa øll at føla seg serstøk, avhildin og umráðandi. Eg kenni fá onnur, sum altíð hava verið so lívsglað, lívs­klók og lívgevandi sum tú. tá eg var saman við tær kendi eg kær­leika, umsorgan og stóra gleði – hvørt eitt minutt saman við tær var ein fagnaður, sum eg í djúpari sorg sagni ósigandi nógv nú og eri í sjokk yvir, at tað skuldi verða ein so skjótur og brattur endi á okkara deiligu samveru. Bert fyri 2 1/2 mánaða síðan sótu vit øll í Ny­havnini og fingu ein góðan bita og hugnaðu okkum, sum altíð. Og á ólavsøku var tú við og sang.
Tú segði altíð, at tú hevði fingið meg í føðingardagsgávu – og tað var eisini á tínum føðingardegi, at vit fyrstu ferð møttust – eg tveir mánaðar gomul – tú eitt sindur meira enn taå. Men hetta fekk meg altíð til at føla meg sum eina serliga gávu og soleiðis vart tú allan vegin ígjøgnum. Tú hevur altíð verið og vilt altíð vera mín lívsgáva. Fyri míni børn ert tú ommulang, sum vit øll altíð gleddust at vera saman við og tosaðu um við gleði – fyri okkum var tú »one of a kind« – eingin annar vil nakrantíð vera ein so fantastiskur persónur, sum tú altíð hevur verið.
Tað er ein gamal sangur, sum eitur nakað soleiðis »So nógv av øllum, minnir meg um teg«, og soleiðis er tað við tær. Hvar eg enn hyggi, vil okkurt minna meg um teg. Tú hevur sett tíni fingramerki so djúpt í mítt hjarta, at eg vil føla tað og virða tað til allar tíðir.
So nógvar ríkar løtur havi eg havt saman við tær og abba. Tú og abbi – saman sum eitt – ein fantastisk kjarna av eldhuga, gleði og nærveru – hjá tykkum var altíð gott, hugna­ligt og trygt at vera.
Eg havi ein fjákutan ævintýr­dreym um, at tá eg einaferð skal hinu­megin, so stendur tú óivað har, smílandi sum altíð, og tekur ímóti mær sum so mangar ferðir áður og so spáka vit arm í arm og tosa um leyst og fast og bara njóta at vera saman. Vit høvdu ongan dag saman uttan látur og lívsgleði. Og tó lívið altíð gongur upp og niður, so var alt bara so nógv lættari saman við tær og so hugnaligt, og eg gleddi meg altíð til okkara næstu samveru, tá vit fóru hvør til okkara. Og tað var altíð teg, eg vildi deila alt við, bæði stórt og smátt.
Tað er ein ensk yrking, sum var skrivað tá tú var umleið trý ár, og uppruna navnið á yrkingini er »Do not Stand by my Grave and Weep« og er umleið soleiðis á føroyskum:

Statt ei við mína grøv og grát.
Har eri eg ei; eg sovi ei.
Eg eri túsund vindar, sum blása,
Eg eri gimsteinarnir, sum glitra á kavanum
Eg eri sólin, sum fær kornið at búnast,
Eg eri tað blíða regnið um heystið.
Tá tú vaknar í morguntøgnini,
tá komi eg og lyfti teg upp
eins og friðarligir fuglar, ið flúgva í ring.
Eg eri tær bjørtu stjørnurnar á náttarhimlinum.
Statt ei við mína grøv og grát.
Har eri eg ei – eg doyði ei.

Títt ljós vil altíð brenna í mínum hjarta. Takk fyri alt, mín kæra, deiliga omma.
----------
Annita