Martin varð føddur 27. oktober 1936 og andaðist 29. august 2007.
Martin var ein sera sjáldsamur maður í nógvar mátar. Hann var ein raskur og dugnaligur maður. Millum annað var hann landari á sildaverksmiðjuni í nógv ár.
Men tað, sum eg komi at minnast og kenna hann best fyri, var at hann var røktingarmaður í mínum haga og stílaði oftani fyri fjallgongunum, tá ið eg ikki var heima.
Tað ásanna nógvir menn, at Martin var ein sera hjálpsamur maður í allar mátar. Eg veit at menn ið høvdu einar tvær ella tríggjar ær gangandi úti tá ið kavin kom um veturin og sum spurdu hann, hvar ærnar mundu liggja, tí teir ætlaðu at taka tær. Svarið frá Martin var altíð tá, hugsa tú ikki um ærnar, tí eg fari í hagan alíkavæl, so skal eg taka tær inn fyri teg. Og tær komu eisini inn. Við hesum havi eg mist ein hjálpara og góðan vin.
Eg kom at hugsa um eitt vakurt sálmavers ið Joen Poulsen, abbabeiggi mín, hevur yrkt. Og hann eiga vit øll at taka at hjartanum.
Jesus Kristus! Far ei frá mær!
So eg biði nátt og dag.
Jesus, bróðir! Ver tú hjá mær!
leið meg heim mín síðsta dag.
Friður veri við minni tínum.
Símun P. Poulsen