Minningarorð um mín góða granna Estrid Nilssen

Ikki varnaðist je góða Estrid, at tað var seinastu ferð, at ogur báðar skuldi hittast tá je fór niðan um vegin at fáa mær ein kaffimunn og eitt hugnaligt prát. Tú gekk og stákaðist við at gera døgverða, gott tilpassar sum altíð. Tú fortaldi fyri mær, hvussu tú gleddi teg til, at tú og Brynjálvur skuldi fara til Ísland at ferðast nakrar dagar seinni. Tykur skuldi fara yvir at vitja nøkur góð vinfólk. Bilettirnar vóru bílagdar og alt var klárt. Men soleiðis skuldi tað ikki vera. Tú fór út á eina nógv longri ferð.
Eg kom at kenna Estrid og Brynjálv tá eg sum blaðung kona kom inn á Tvørabakka at búgva. Tygur bæði vóru tey fyrstu sum ynsktu mær at vera vælkomnan á garðin at búgva. Síðan hava okkara vinarbond verið knýtt í øll hesi 38 árini je havi búð har. Tað verður tungt at koma niðan nú tá tú ikki er meira, men saknurin hjá tær Brynjálv verður tungur at koma yvir. Tygur bæði vóru sum lív og ein sál, altíð saman um alt. Tygur vóru úti og ferðaðist og dugdi so væl at hugna tykkum saman. Tað var altíð so gott og hugnaligt at koma í tygra heim, man føldi seg so væl. Okur høvdu børn sum vóru í sama aldri og tey spældu nógv saman. Tey bundnapløgg ogur báðar sótu við vóru ikki so fá. Ogur hava havt mangar hugnaligar løtur saman, ið ikki vera gloymdar. Tú fekk tær til endan eina bindimaskinu, tí tú hevði 4 dreingir at binda uppá. Hetta við bindimaskinuni helt eg vera sera spennandi og hugsaði hvussu tú kom burtur úr hesum. Men væl gekk hjá tær. Tolin og gløgg sum tú var gekk uppá stás at binda og tað eru ikki so fáar troyggjur, sum tú hevur bundið við bindimaskinuni.
Og ikki at gloyma tann flotta urtagarðin, sum tú var so glað fyri. Har var tú frá tað váraði og alt summarið við og út á heystið tá tað viðraði og altíð var maðurin og hjálpti tær tá tað lá fyri hjá honum.
Hjá tykkum sum sita eftir við sorgini og sakninum, tygur hava bara góð minni um eina góða konu, mammu og ommu. Tú verður nógv saknað av nógvum.
Hvíl í friði góða Estrid.

Óluva