Hon var gløgg, mintist væl, hevði arbeitt mong ár í Landsstýrinum, tessvegna kom hon ofta í bløðini við ymiskum vegleiðingum, tá ið hon helt, at eitthvørt ikki var rætt endurgivið. Tó kendast, haldi eg, hon man vera, tá tosað verður um Føroyskt Heimavirki.
Óluva og eg komu at arbeiða saman í fjúrtan ár í Føroyskt Heimavirki, ella Heimavirkinum, sum tað varð kallað millum manna. Óluva var formaður, eg var nevndarlimur og skrivari. Óluva hevði sterkar meiningar, og tær vóru ikki innballaðar, tá ið hon segði frá. Vit vóru ikki altíð samdar, og um eg segði, at so var, hevði eg farið ov lætt um sannleikan.
Óluva var ógift, búði einsamøll og hevði tessvegna ræðið yvir egnu tíð síni. Hjartabarn hennara gjørdist Heimavirkið. Óluva Húsgarð kom í nevndina í 1967, har hon gjørdist næstformaður, síðan formaður, sostatt hevur Óluva arbeitt í Heimavirkinum í 39 ár. Tá skulu vit minnast til, at alt hetta arbeiði hevur verið ólønt. Óluva Húsgarð og Heimavirki hava sett varðar eftir seg, ið ikki kunnu metast nóg høgt í virði. Óluva hevur sjálvsagt ikki verið einsamøll um arbeiðið, men hon hevur avgjørt verið drívmegin við útgávunum av bókunum.
Í fororðinum til bókina »Føroysk Bindingarmynstur« 1983 verður skrivað – kenni eg orðingina rætt, vildi eg sagt, at tað er Óluva, ið greiðir frá –: »Í sínum virki fyri at fremja heimavirki í Føroyum á føroyskum botni fór Føroyskt Heimavirki fyri einum 15 árum síðani undir eisini at geva bøkur út. Tað byrjaði við bókini hjá Hans Mariusi Debes, »Føroysk Bindingarmynstur«, ið Heimavirkið ognaði sær rættin til og gav út aftur í 1969, og trý ár seinri kom so »Plantuliting« eftir Katrinu á Trøllanesi. Í 1969 setti Heimavirkið sær fyri at geva eina bók út um bundnaturriklæðir fyri at varðveita hetta aldagamla kvinnuplaggiið. Elsa Bærentsen úr Nýggjustovu í Kvívík, sum nøkur ár sat í nevndini fyri Føroyskt Heimavirki, gav í hesum árum av sínum góðu evnum, bæði listarliga og handaliga, til Heimavirkið. Tað er fyrst og fremst hennara tóvna arbeiði at gera mynstur, snið og uppskriftir, fyri at takka, at henda bók varð til.« Henda sama bók varð endurprentað 2005. Hetta eru perlur í føroyskari siðsøgu.
Óluva gjørdi vart við bæði í talu og skrift, at mvg-lóggávan við síni tvítulking kom at seta tvístøðu ímillum tey ymisku heimavirkini og at máa støðið undan Heimavirkinum. Frá lóggávuvaldinum fekk hon ongar sømdir, og rætt fekk hon. Heimavirkið snaraði lykilin um 1. september 2006, og 3. oktober andaðist Óluva Húsgarð. Eg má siga, sum tað stendur í Ritukvæðnum: »Syrgilig er henda søga, gloymi hana aldri meir«. Eg drýpi høvur fyri Heimavirkinum og Óluvu Húsgarð.
Nicolina Jensen Beder










