MINNINGARORÐ um Ólav Nielsen

f. 26. JULI 1963 - d. 2. SEPT. 2003

Nú er gott og væl ein mánaði farin, síðani tey óvæntaðu og syrgiligu boð komu tann 2. september at ein starvsfelagi gjøgnum nógv ár, Ólavur Nielsen, var farin, bert 40 ára gamal. Bert fáar dagar áðrenn Ólavur aftur skuldi á skipsdekk saman við starvsfeløgum og vinum sínum, var seinasti sjógvurin rógvin, og árarnar vóru lagdar inn.
Ólavur var yngstur av 6 børnum hjá Bodil og Hans Nielsen, og sleit hann sínar barnaskógvar í heiminum mitt í Sandavágs bygd við Stórá sum nærmasta granna. Og Ólavur bleiv eisini búgvandi í barnaheimi sínum, har hann var móðir síni ein stórur stuðul, eftir at Hans doyði, eisini á ov ungum árum.
Vit komu at kenna Ólav einabest sum starvsfelaga umborð á "Høgafossi", har Ólavur hevur starvast í nógv ár. Ólavur var ein friðarligur maður, og ein góður starvsfelagi sum onki hóvasták gjørdi burturúr sær og sínum arbeiði. Og hann var raskur, álítandi og trúðfastur sum fáur, og tí eisini væl dámdur av starvsfeløgunum. Eitt gott dømi um hvussu væl dámdur Ólavur var av sínum starvsfeløgum, var, tá ein lutfalsliga nýggjur av manningini, sum hevði verið saman við Ólavi ein túr frammanudan, nakað síðani fekk skipsboð. Hann spurdi tá, um Ólavur eisini skuldi við, og fekk at vita at tað skuldi hann. Hann segði tá, at honum dámdi so ómetaliga væl at arbeiða saman við Ólavi, tí hann var altíð til reiðar at hjálpa og var so lættur at umgangast í allar mátar. "Ja, eg gleði meg faktist at fara aftur til skips saman við Ólavi", vóru orðini hjá hesum starvsfelaganum, bert stutta tíð áðrenn Ólavur andaðist. Tað unnist ikki hvørjum manni at fáa slíkt skoðsmál frá sínum starvsfeløgum.
Tónleikurin fylti nógv í lívinum hjá Ólavi. Sum ungur spældi hann í orkestri, og spældi mangan til dans í bygdunum í Vágum saman við øðrum. Og tá hann var heima var hann javnan saman við vinfólki og spældi tónleik. Hesin áhugi fyri tónleikinum fylgdi eisini Ólavi tá hann var til skips, tí hann hevði altíð bond, fløgur og avspælarar við sær til skips, og lurtaði íðin í síni frítíð eftir tónleikinum. Ólavur hevði eisini áhugað fyri øðrum menniskum og øðrum umhvørvum. Mangan, tá skipið fór inn at skifta manning í Canada, støðgaði hann á har, ella í Onglandi á sjálvari heimferðini í nakrar dagar, har hann ferðaðist runt og upplivdi hesi lond, og oftani eisini í Danmark, har hann vitjaði familju. Ólavur var eisini ein sera íðin frítíðarsúkklari - helst ein av teim ídnastu í landinum. Hann sást altíð á súkklu í Sandavági ella ávegis til Miðvágs at vitja familju og kenningar, tá hann var heima. Og hann hevði altíð súkklu við sær umborð, tá hann fór til skips og brúkti hana dúgliga, tá skipið kom inn í fremmanda havn, antin tað var í Danmark, Íslandi ella Canada.
Fyri móðir, systkin og familjuna annars er saknurin nú Ólavur er farin, stórur, og vit vóna, at tit finna ugga í øllum teim góðu minnunum um Ólav. Eisini fyri okkum, sum í nógv ár hava starvast saman við Ólavi, er saknurin stórur, og vit fara altíð at minnast Ólav sum tann friðarliga, raska og álítandi starvsfelaga hann var.
Við hesum orðum lýsa vit frið yvir minni um ein trúðfastan og góðan starvsfelaga.

Manning og reiðarí á "Høgafossi"