Minningarorð um Kristionnu Kjærbo

f. 26. juli 1951, d. 2. mai 2009.

Dátt kom tað við, tá ið vit frættu, at Kristianna var farin haðani – bert 57 ára gomul.


Kristianna setti altíð sín dám á, tá ið hon var í frítíðarklubbanum, har hon var virkin í áratíggju. Altíð var hon í góðum lag, og um tað ikki altíð gekst heilt eftir vild, tók hon tað altíð við einum smíli og megnaði at fáa tað besta og stuttliga burturúr.


Kristianna var ættað úr Sumba, og hetta kendist eisini aftur á sinni hennara. Hon dugdi bæði at vera speisk, at flenna at sær sjálvum og at siga tingini beint fram.


Kristianna var altíð blíð og jalig og fírdi ikki fyri at rósa fólki. Um onkur hevði bundið eitthvørt vakurt, var Kristianna skjót at rósa arbeiðnum. Um onkur hevði bakað eina góða køku, var hon skjót við fyrstu góðu viðmerkingini.


Kristianna arbeiddi í Drotning Ingridar Barnagarði í 33 ár. Seinasta árið á Verkstaðnum Vón. Hetta lýsir á ein góðan hátt virkisfúsi hennara, og vit vita, at hon var sera glað fyri at arbeiða. Eisini var hon íðin í kvøldskúla og í virksemi hjá ÍSB. Vit í frítíðarklubbanum merktu eisini til hennara ídni, tí Kristianna tók fegin lut í nevndararbeiðnum í frítíðarklubbanum.


Hóast hon í seinastuni var sjúk, var hon sum altíð sera røsk. So seint sum 10. mars vóru vit við frítíðarklubbanum í Nólsoy og vitjaðu. Her var Kristianna við og tuskaði runt oynna við okkum. Seinasta kvøldið, hon var í klubba – 12. mars – var hon so birg, at hon spældi spælið Mastermind. Tá var ikki gott at vera fyri.


Einki er at ivast í, at saknur verður í Kristionnu. Ein stólur er tómur, røddin er tagnað. Men altíð fara vit at minnast Kristionnu fyri tað, hon var: Ein viti, ið lýsti, tá dimmið trongdi á; ein drangur, ið helt, tá ið sjógvarnr brutu og ein rødd, ið hoyrdist millum suð og sjóð.


Okkara hugur leitar eisini til beiggjan Vagn, ið var so góður við Kristionnu, og sum var hennara stuðul eins og hon var hansara. Gott er at vita, at hon nú hvílir í friði og hevur tað gott, har hon er.


Vit minnast øll Kristionnu við takksemi.


Vinir í Frítíðarklubbanum