Tað er við tungum sinni, at eg skal festa penn fyri minningarorð um mína elskaðu systir.
Eg minnist altíð til tín, sum í hesari mynd, so vøkur, so mild og altíð góð við okkum systkin. Tú hevði eina sjáldsama gávu, altíð at fyrigeva øðrum, um onkur illstøða var komin ímillum.
Tað var altíð til tín man fór, tá ið man var tungur í sinni um okkurt og fekk ráð. Eitt minni havi eg um teg, tá ið eg sum blaðungur lá á Sanatorium fyri tuberklar. Tað vóru ikki nógv í vitjaðu meg, fólk tá í tíðini vóru rædd fyri tuberklum og hildu seg ofta aftur at vitja tey, ið sjúk vóru. Eg var ofta tungur í sinni, men tá ið so hurðin fór upp og inn komst tú Kirstin. Tað var sum ein sól kom á himmalin og títt blíða egnabrá vermdi langt inn í sálina.
Tú vart ikki bara vøkur í útsjónd men hevði eitt so vakurt menniskjaligt lyndi. Ring vóru boðini, tá ið tú Hjalgrim ringdi til mín við deyðsboðunum, men sum vit báðir vistu frammanundan, var ongin vón fyri bata, men eg var hjá tær teir seinastu dagarnar og at vitjaði teg á hospitalinum, og hóðast nógv viknað kundi tú smílast og minnast okkurt stuttligt frá fyrr av.
Eg veit at tit Birtha, Hjalgrím, Gurið, Fródi og Thorkil hava sorgina. Tit kunnu minnast
eina góða mammu og vit systkin eina góða systir. Lat tað verða eitt minni um Kirstin, sum nú er farin har til sum ongin pína er longur, og har sum vit øll einaferð at møtast við tær.
Bróðir tín Ólavur á Heygum