Minningarorð um Katrina Petersen

Tað vóru sorgarboð at fáa, nú Katrin Petersen ikki longur er ímillum okkum.
Katrin var fyrsta for­kvinna í Pedagogfelagnum, frá stovningardegnum 1.juni 1982 til 1984.
Hóast Katrin valdi familj­una og leiðarastarvið í dag­stovn­inum í Hoyvík fram um formansstarvið, gavst hon ikki at hava áhuga fyri fak­felagsarbeiði, men tað bleiv bara upp á ein annan máta. Hon var alla tíðina miðvís og errin av sínum faki. Tá vit vóru á fundi saman, hevði Katrin ofta ein faldara frá BUPL við hondina fyri at vísa á, hvussu tey gera har. Katrin hevur verið við til at lyfta okkara fak upp á eitt virðiligt støði. Hon var til­vitað um týdningin av, at starvsfólkini høvdu góð kor, og meira enn so hendi tað, at hon stóð í andsøgn til ar­beiðs­gevaran, tá gjaldast skuldi fyri betri viðurskifti á námsfrøðiliga økinum. Katrin brúkti felagið og var altíð áhugað í at luttaka í teimum tiltøkum, sum vóru. Hon var fastur fúsur á øllum aðalfundum, har hon luttók í tí fakliga partinum, men sanniliga eisini í tí sosiala. Tann, sum sat við liðina á Katrini, keddi seg ikki.
Katrin var ein dugnalig menniskja, pedagogur og leiðari, sum dugdi at møta fólki, har tey vóru.Hon dugdi væl at finna uppá og var so sera kreativ í sínum arbeiði. Hon skipaði saman við øðrum fyri skeiðum, kjakfundum og lestrarferðum. Sigast má, at hon var ein undan­gongu­kvinna .
Tað er nógv, vit minnast Katrina fyri. Hon hevur, m.a. verið filmsleikstjóri, tá hon saman við Hera, manni sínum, gjørdi filmin “Sólar­eygað”, sum vísir, hvussu gerandisdagurin í einum dagstovni kundi verða í 80´unum. Hesin filmur er brúktur til undirvísing og upp­lýsing , men er nú eisini partur av okkara søgu.
Tá Pedagogfelagið fylti 25 ár, helt Katrin eina røðu. Hon stóð so vøkur á pallinum við turriklæði um høvdið, og henni klæddi tað sera væl. Hóast hon longu tá bardist móti herviligu sjúkuni, so megnaði hon at lyfta stem­ningin í teirri vakurt skrýddu veitsluhøllini. Við hesum í huga ringdi eg til Katrina og spurdi, um hon kundi siga nøkur orð á 30 ára fagnaðarveitsluni. Hon spurdi beinanvegin, hvussu langa tíð hon skuldi brúka, eg svaraði 10 min., og hon segði: ikki meira? “Tá vit fyltu 25 ár, fekk eg bara 5 min., og tað er alt ov lítið”. Eg segði við Katrina: “Tú fært ta tíðina, tú vilt hava,” og glað var hon. Minnini eru so fesk frá november í fjør, tá Katrin helt eina stutt­liga og hjartanemandi røðu, tá reistu vit okkum øll og takkaðu henni. Hetta gjørdu vit uttan at vita av, at so stutt var eftir, til hon ikki var okkara millum longur.
Við hávirðing takki eg vegna felagið, limir okkara og øll okkum, sum untist at kenna Katrina Petersen, fyri tað stóra arbeiði hon gjørdi fyri okkum og okkara fak.
Tað er sorg og tómleiki, nú Katrin ikki er millum okkum longur. Okkara tankar eru hjá hennara nærmastu í hesu sváru tíð. Eingin ivi er um, at hon altíð fer at standa sum ein varði og ein skínandi sól í hjørtunum á okkum í Peda­gogfelagnum.
Við stórari virðing minn­ast vit Katrina Petersen, okk­ara fyrstu forkvinnu.
----
Vegna Føroya Pedagogfelag
Maud Wang Hansen, forkvinna