Minningarorð um Karl Johansen

Fríggjadagin 15. februar andaðist Karl Johansen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, bert 67 ára gamal.

Fyri fáum vikum síðani hátíðarhelt felag hansara ein merkisdag, tá Karl hevði verið formaður í felagnum í samfult 25 ár. Lítið vardi nakran hesa hugnaligu løtuna, at hetta var síðstu ferð vit hittu hann. Sjálvt um Karl alment hevði sagt, at nú ætlaði hann at gevast í fakfelagsarbeiðinum, so sat hann enn við róðrið, nú hansara fjørður so brádliga var rógvin.
Lítil ivi er um, at Karl um nakar, hevur myndað arbeiðarrørsluna seinastu fjórðingsøldina. Hann hevði sínar greiðu meiningar og dugdi at framføra tær. Men tað vóru ikki tóm orð, hann hevði eisini hegni til at umseta orð til handling.
Í 1985 fekk Havnar Arbeiðsmannafelag sett ein eftirlønargrunn í verk. Her vísti Karl at hann var framsíggin, og henda skipan má sigast at verða ein varði yvir hansara virki innan fakfelagsrørsluna.
Verandi nevnd í Føroya Arbeiðsgevarafelag, og teir sum hava sitið í nevndini tíðarskeiðið, har Karl hevur verið formaður, bera honum alt tað besta. Sjálvandi hevur langt frá altíð verið semja um alt millum partarnar, men ongantíð var nakað agg. Tað bar altíð til at tosað um tingini, og tá ein semja var komin undir land, kundi tú vera vísir í, at Karl stóð við sítt orð. Og tað óansæð um nakað var skrivað niður ella ikki.
Greitt er, at tað ikki verður nøkur løtt uppgáva at lyfta arvin eftir farna formannin.
Við hesum orðum vilja vit lýsa frið yvir minni um Karl Johansen.

Vegna nevndina í Føroya Arbeiðsgevarafelag
Vilhelm M. Johannesen, formaður