Minningarorð um Jonu Joensen

Tað kennist so ómetaliga torført og tungt at skriva nøkur orð til minnis um teg, góða systir, nú tú ikki ert ímillum okkum. Tað var, sum steðgaði alt upp tá vit fingu at vita, at tú vart farin.

Hettar er so óskiljandi, og eg fati tað ikki rættiliga enn. Tað verður tungt at koma út í heim títt og tú, góða systir, ikki ert har ? tú, sum altíð var inni!

Tó fram úr myrkrinum lýsir vónin og vissan, at skjótt skulu vit møtast aftur, har sjúka, deyði og skilnaður ikki eru! Hvør framtíð!

Góði Malvinus! Tú hevur mist eina góða konu. Í Orðt. 31:10 stendur: "Dugnaliga konu ? hvør finnur hana? Manga meir enn perlur er hon verd!" Og hetta kann av røttum sigast um Jonu systir ? dugnalig, og altíð við tí góða. Hon hevði so stóra umsorgan fyri tær, fyri børnum tykkara, ommu- og langommubørnunum, og vildi, at teimum skuldi gangast væl.

Paulus sigur í Róm. 8: "Hvør skal skilja okkum frá kærleika Kristusar! Trongd, angist, atsókn, hungur, nakinleiki, vandi ella svørð! Nei eg eri vísur í, at hvørki deyði ella lív, hvørki einglar ella harradømi, hvørki tað, sum nú er, ella tað, sum koma skal, ella maktir, hvørki hitt høga, hitt djúpa ella nakað annað, ið skapt er, skal fáa skilt okkum frá kærleika Guds í Kristi Jesusi, Harra okkara.!"

Kortini sakna vit, kortini syrgja og gráta vit ? men við vón! Vit skulu hittast aftur, tí hetta ber orð Guds okkum greið boð um! Harrin styrki okkum í sorgini.

Friður verður við minninum um systir mína Jonu!