Í 1960 fóru menn at hugsa um at stovna eitt arbeiðsmannafelag, tí teir meintu at tørvur var fyri at betra kor arbeiðaranna.
Sjálvandi bleiv Jógvan valdur saman við Kristian hjá Lillanum at fyrireika stovnan av felagnum.
Boðað bleiv til fundar í Ungmannafelagshúsinum 11. Januar í 1961 og løgdu Jógvan og Kristian fram viðtøkur fyri felagið.
Væl av fólki møttu upp til hendan fundin og í fyribilsnevnd bleiv Jógvan sjálvandi valdur, umframt Kristian Olsen, Hergeir Davidsen, Svend Vatnsdal og Jallgrím Hentze.
Nakað seinni aftur bleiv nýggj nevnd vald, men Jógvan bleiv afturvaldur.
Tað fyrsta, sum nevndin gjørdi tá, var at fáa limir til felagið. Gingið bleiv tá í øll húsini og blivu teknaðir heilir 89 limir.
Ikki kann sigast annað enn, at limirnir høvdu álit á Jógvani. Hann sat yvir 20 ár sum formaður.
Í 70 -árunum bleiv dúgliga arbeitt við at fáa flakavirkið í bygdina og arbeiddi felagið av allari kraft við Jógvani á odda.
Hann sat eisini sum formaður í Ungmannafelagnum Virkinum og var við at leggja grundarsteinin til húsið í 1951.
Sat eisini eitt skifti í Føroya Arbeiðarafelag.
Jú Jógvan var ein sera virkin maður og hevur Sands bygd nógv at takka honum fyri.
Arbeiðararørðslan hevur mist ein góðan trúgvan stuðul, men tey, Herta og børnini eru tit sum hava mist mest. Jesus verið hjá tykkum og styrkir tykkum.
Við hesum fáum orðum lýsið eg frið yvir minnið um Jógvan.
Terji T. Dalsgaard










