Minningarorð um Frits Olsen f. 30.7.1928 - d. 26.3.1999

Nú boðini um at eitt av okkara andlitum innanfyri útróðurin ikki meir verður at síggja, drýpa vit høvur í virðing fyri tí makt, sum liggur omanfyri alla menniskjaliga ávirkan. Samstundis líta vit aftur um bak og draga fram løtur úr lívinum her á fold og uppliva tær enn einaferð í skugganum av tí verunleika, at Frits Olsen ikki er millum okkara meir.

Eg kom at kenna Frits í samband við tað felags arbeiði sum knýtir seg til útróðurin, og lærdi eg har enn einaferð týdningin av orðinum »respekt« uppá tann mest positiva mátan. Við einum longum lívi aftanfyri seg í felagsarbeiði var ein stórur brunnur av lívsvirði at oysa av, og gjøgnum tær samrøður vit høvdu saman untist mær ein part.

Sum útróðrarmaður vísti Frits ábyrgdarkenslu og trúfesti, og hesar eginleikar tók hann eisini við sær inn í felagsarbeiði. Sítt lívslanga starv í Klaksvíkar Útróðrarfelag og sítt arbeiði í Meginfelag Útróðrarmanna røkti hann við sama álvara og skynsemi, sum hann gjørdi á sínum mongu útróðrarferðum tá bátur og manning skuldi førast aftur í trygga havn.

Tá vit standa í tí støðu at hava mist tann sum var undir liðini á okkum, verða orð altíð fátøk, men tað er mín vón, at livandi minnini um ríku tíðina saman við Frits fara at bera tykkum, sum eftir sita, yvirum tær fyrstu sváru løturnar, ið saknurin gevur.

Við hesum ynski eg frið yvir minninum um útróðrarmannin, álitismannin og felagsstríðsmannin Frits Olsen, Klaksvík.


Chris Jan Michelsen