Minningarorð um Elsi Petersen

Sum ein sólarglæma tú kom inn í okkara tilveru. Tú lýsti upp í okkara hjørtum fyri síðani at slókna alt alt ov tíðliga, góða Elsi. Orð eru so fátøk, men kenslurnar so sterkar.

Tú vart tann av okkum trimum, ið altíð visti hvussu og hvat vit skuldu gera og nú í øllum hesum vónloysi vilja vit so gjarna spyrja teg, hvussu gera vit nú?, men góða Elsi vit fáa ongantíð svar, tí hetta er ikki til at skilja.
Tú livdi lívið so fult út, so full av »energi«, spilti ikki eitt sekund, sat ikki og hugsaði um bagatellir, sum vit so ofta gera, tað var lívið for dýrabart til. Men góða Elsi tað síggja vit nú, tær blivu bert unt 26 ár her á fold, tú hevði veruliga onga tíð at spilla. Eitt er sikkurt og vist, at í tínum stutta lívsskeiði spreiddi tú meira gleði og kærleika um teg, enn tey flestu klára upp á eitt langt lív. Tað er ikki torført at finna orð, ið kunnu lýsa teg sum persón góða Elsi. Kærleiki, opinleiki og erligheit eru bert nøkur, sum ímyndaðu teg.

Tað er ikki eitt hálvt ár síðani, at vit stóðu so stoltar og tóku ímóti okkara prógvum, vit høvdu so nógvar planir, tí lívið hevði so nógv at bjóða. Hetta var bara eitt stig á leiðini fyri teg. Tú hugsaði nógv um at fara at arbeiða við børnum, og møguliga nema tær útbúgving sum pedagog, og eisini høvdu vit ein felags dreym um einaferð at arbeiða á somu deild, men so plagdu vit at flenna at, at so bleiv ivaleyst meiri tosað enn arbeitt. Tí eitt er sikkurt, var man saman við tær, ja so fekk man nógvar góðar og stuttligar »diskutiónir«.

Góða Elsi tað er ikki neyðugt her at skriva, hvussu nógv tú hevði at týða fyri okkum, tí tað visti tú væl, tú segði mangan, at tann tíðin, vit høvdu saman bæði her heima og niðri í Odder hevði verið ring at fullføra, um vit ikki høvdu havt hvørja aðra. Og vit minnast eisini væl, hvussu fegin tú var fyri tann stuðul, tú fekk frá tíni familju. Vit fingu jú ofta spurningin, hvussu kunnu tit vera burtur frá barni/børnum so leingi? Og svarið tú altíð gav var, at børnini vóru heima í tryggum hondum hjá familjuni. Og tað hevði helst verið sama svar, tú vildi givið okkum nú.

Áh hvat høvdu vit ikki givið, góða Elsi fyri bert at lánt teg eina løtu afturat, tað er so nógv vit vildu sagt og eisini bara at sæð títt fitta smíl, sum altíð fløvaði okkara hjørtu.
Vit kunnu bara takka fyri ta tíðina, vit høvdu saman við tær. Vit møttust fyri fyrstu ferð fyri 2 1/2 ári síðani, men aftan á stutta tíð føldu vit allar, at vit høvdu kenst altíð. Vit báðar fara ongantíð at gloyma teg, vit tosa um teg alla tíðina, og vit gráta, tá vit tosa um, hvussu nógv vit sakna teg, og vit flenna, tá vit tosa um øll tey góðu minnini, vit hava saman.
Góða elskaða Elsi, tá vit ikki kunnu hava teg ímillum okkum longur, mugu vit royna at læra av tær og liva lívið fult út og vera góð við hvønn annan. Tú fer altíð at standa sum ein varði í okkara hjørtum.

Hvad er livet?
Et pust i sivet
Et spild af kræfter
der higer efter en evighed

Góðu tit øll, sum áttu Elsi, má tann lívsglæma, ið lýsti í Elsi koma aftur til tykkara og styrkja tykkum í hesi stóru sorg. Tit hava mist tað dýrabarasta tit áttu, men minnini fara tit ongantíð at missa. Jesuspápi verið hjá tykkum øllum.

Við hesum fáu orðum vilja takka tær, góða Elsi fyri, at vit lærdu teg og tíni at kenna.

Vivian & Eyð