Tá ein nú skal festa nøkur orð og tankar niður á blað, tykist tað vera so løgið, at tað eru orð og tankar um Eiler.
Ikki tí, ein hevur sæð at tann likamligi førleikin varð mundandi niðursettur, so ein var greiðir yvir, at tað likamið, hesin so virkisfúsi maður hevði, bar álvarslig tekin, at lívsmegin var við at renna út.
Sjálvt um sjúkan kom at fylla meira og meira hjá honum, so var pláss fyri tí fløvandi hugnaliga skemtinum tá tú prátaði við hann.
Eisini var hansara ansni fyri tí andaliga arbeiðinum, sum rørdist í landinum, stórur.
Sjálvt um hansara andaliga heim var Ebenezer og hann var knýttur at Brøðrasamkomuni, ja, so kundi hann lýða á og samgleðast við øðrum, sum virkaðu innan aðrar samkomur og kirkjur. Soleiðis upplivdi undirritaði henda so hugnaliga mann.
Persónliga stendur ein hending mær sera klár í minni mínum. Tað var í 1976. Eg hevði leitað mær niðan í Mattalág. Ørindi míni vóru at fáa hýru við Krúnborg. Eg bleiv boðin innar til Beintu og Eiler. Kaffi kom á borðið. Vit prátaðu um tað andaliga várlotið og veking, sum vitjaði land okkara. Hann var blivin varugur við, at menn, sum sigldu við skipum hansara, høvdu býtt tað harða lívið út við gleðiboðskapin. Nú sungu og vitnaðu teir um Jesus Kristus, mannurin frá Nazaret hevði umbroytt lív teirra.
Umsíðir, á hesi míni vitjan í Mattalág, komu vit til ørindi míni at fáa hýru umborð á Krúnborg. Eiler var erligur við meg, setti mær ikki stórar vónir til at eg fór at koma umborð, listin var langur av fólki, sum vildu umborð. Eg takkaði fyri meg. Eg hevði havt eina góða løtu saman við hesum so fryntliga pari.
Til hesa mína vitjan í Mattalág hoyrir hetta við. Eg sat niðri á Skálatrøð í Havn. Ólavsøkan stóð fyri durum og vit skuldu hava útimøti har á Skálatrøð.
Valbjørn Dalsgarð sáli av Argjum smíðaði plattformin. Meðan smíðað varð, komu boð frá Eileri, at eg kundi koma við Krúnborg tveir túrar. Hetta vóru góð boð. Hesir báðir túrarnir blivu okkum sum familja til stórt vælsignilsi, bæði tímiliga og ikki minst andliga, tá ið kokkurin Magnus Olsen tók ta persónligu støðu at fylgja Jesusi eftir.
Vit vóru fýra, sum sessaðust í kamaranum um borð á Krúnborg: Sommer Kjærbo, Bjarni Hansen úr Skopun, Magnus Olsen og so undirritaði. Hinir eru farnir inn til hvílu Harrans.
Nú er arbeiðsdagurin komin at enda hjá hesum vinnulívsmanni og reiðara. Vit eru mangar familjur runt í landi okkara, sum hava notið gott av hesum slóðara og kappa innan okkara fiskivinnu.Bókaverkini, sum gjørd eru um Eiler, boða frá einum manni og eini familju, sum hava upplivað eydnusólina skína, men eisini um tá tey døpru skýggini drivu inn yvir arbeiðsdagin.
Her kundi verið so nógv at trivið í, men tað vil eg goyma sum nakað persónligt og gott, sum varð mær tillutað í samskiftinum við henda mæta vinnulívsmann og reiðara. Eg vil nýta høvið at takka tykkum sum reiðaríi og familju fyri tær hýrur, eg fekk umborð á Krúnborg og tveimum Sólborgum. Má Harrin framhaldandi signa lívsverk tykkara.
Vit ynskja tykkum blíða byr við arbeiðnum, sum verður í Skálavík.
Við hesum orðum vil eg lýsa Harrans frið yvir minnið um Eiler Jacobsen.
-----------------------
Hósvík 7. oktober 2010
Vinarliga
Thomas J. Askham