Minningarorð um Atla Dam

Tað var við sorg at eg í gjárkvøldið frætti, at Atli P. Dam, fyrrv. løgmaður ikki longur var okkara millum. Hetta kvøldið kom tann stóra kvirran. Tann virksama sálin var farin yvir um fjallatromina og inn í ævinleikan.

Fyrstu ferð eg lærdi Atla P. Dam persónliga at kenna var tann 10. januar
1985 - fyri 20 árum síðani.

Hann var trúfastur samstarvsfelagi. Hevði politiskt hegni sum fáur, og
politiska handalag hansara skaraði framúr á mongum økjum, og førdi til
stórar politiskar sigrar fyri Føroyska samfelagið.

Politisku eyðkennir hansara vóru serstøk: hann hevði sera gott politiskt
handalag, hann var trúfastur og hann var álítandi í øllum tí hann fekst við.

Ein stríðsmaður hevur lagt árarnar inn, og tað er ikki ov nógv sagt, at Atli
P. Dam hevur burtur av æviskeiði sínum latið ótrúliga nógv eftir seg í
sambandi við tey mongu ábyrgdarstørv, hann átók sær til frama fyri føroyska
samfelagið. Hann var eisini til tað seinasta sera áhugaður og eldhugaður fyri
øllum tí, sum rørdist rundan um hann.

Vit vilja á hendan hátt takka fyri vinskap og trúfesti og fara altíð at
minnast Atla P. Dam, fyrrv. løgmann við æru, og lýsa frið yvir minni
hansara.

Lasse Klein