Tað er í dag at minningarhald verður undir Knúki í Mykinesi 40 ár eftir flogvanlukkuna leygarmorgunin 26. september 1970. Í dag eru 40 ár liðin síðan flogvanlukkuna í Mykinesi, tá eitt Fokker Friendship flogfar hjá íslendska flogfelagnum Icelandair datt niður har og átta fólk lótu lív. 30 ferðafólk vóru við flogfarinum umframt manningina, sum taldi fýra.
Ein minnispláta er gjørd við nøvnunum á teimum, sum lótu lív. Plátan skal setast upp undir Knúki, á sjálvum 40-ára degnum og á staðnum har flogfarið datt niður. Í hesum sambandi verður minningarhald á staðnum millum klokkan 10 og 11, har Jógvan Fríðrikson, biskupur heldur røðu. Klokkan 10.57, tá tornið á flogvøllinum í Vágum misti sambandið við flogfarið, verður ein still løta, har fólkið fær høvi at minnist tey átta, sum lótu lív. Dupultkvartettin í Ebenezer kemur at syngja. Seinnapartin verður borðhald á Hotel Vágum fyri teimum avvarðandi.










