Í vøkrum nýggjum hami er gamli kirkjugarður í Klaksvík vorðin um nakað ein enn virðiligari minnislund fyri teir mongu sjómenn úr Klaksvík og Norðoyggjum, sum hava latið lív á sjónum gjøgnum tíðirnar.
Til minningarhaldið í gjár setti KFUM & K Kórið sín dám á løtuna, áðrenn Levi Joensen helt røðu, og kransar síðani vórðu lagdir við Minnisvarðan.
Tungar løtur
Stóra fjøldin, sum var savnað við gamla kirkjugarð í gjár, minti á, at eisini Klaksvíkin hevur verið sera hart rakt av syndarligum lagnum á havinum bæði í friðar- og í krígstíðum.
Mong av teimum, sum vóru til staðar, mundu kenna seg aftur í persónligu minnunum hjá røðaranum Levi Joensen. Levi minti á, at umstøðurnar og samskiftismøguleikarnir hjá teimum, sum baldust á sjónum fyrr sjáldan, vóru av teimum bestu. Tess størri var gleðin kanska, tá teir komu aftur í øllum góðu. Men sorgin, tá ikki tað ikki berast boð í bý, verður altíð líka stór.
Levi mintist tunga huglagið og spakuliga tosið millum menn á keiini, tá bíðað varð eftir báti ella skipi, ið átti at havt verið aftur. Og sjálvur var hann ofta við, tá farið var at leita. Enn mintist hann køldu kensluna, tá ein stampur ella annað varð funnið, og menn vóru greiðir yvir, hvaðani tað stavaði, og hvat tað merkti.
Deyðin á sjónum hevur onkursvegna altíð verið ein patur av lívinum á landi. Tað verði seg um bátar gingu burtur, fingu skaðasjógv, rendu á land ella gjørdust offur fyri vandasiglingini undir krígnum. Av teimum 219, sum lótu lív á sjónum undir krígnum, átti Klaksvíkin eisini sín part. Teir fyrstu av minningasteinunum yvir hesi skip vórðu reistir fyrst í 1950unum. Hóast nógvir sorgarleikir liggja aftanfyri hvørt einasta skipanavn, minna tey kortini á, at menn ongatíð mistu vónina og ganga nógv av nøvnunum aftur í nútíðar skipaflotanum.
Eftir røðuna vórðu fimm kransar lagdir við minnisvarðan, áðrenn løtan endaði við kórsangi og felagssangi.