Minningarhald fyri teimum dripnu á Albert Square

Í kvøld klokkan 18 vóru fleiri túsund fólk savnaði til minningarhald á Albert Square í Manchester. Býráðsformaðurin setti haldið við tøkk til neyðtænastuna.

 

 

-Fólkið í Manchester fara at minnast offrini til allar tíðir, og vit fara at standa í móti yvirgangsfólkunum við tað, at vit arbeiða saman um at skapa samanhangandi og ymsikar felagsskapir, sum eru sterkari saman. Vit eru mong og tey eru fá, segði hann. 

 

 

Haldið varð hildið til minnis um offrini, sum vórðu dripin mánakvøldið og fyri at stuðla familjum teirra. 22 fólk vórðu dripin í atsøknini í Manchester Arena, tá amerikanska pop stjørnan júst var liðug at framføra fyri fleri túsund fjepparum í gjárkvøldið.