Til minningarhald teirra sjólátnu við gamla kirkjugarð í Klaksvík, fer Hans Eiler Hammer, prestur at flyta fram røðu.
Klaksvíkar Býráð skipar fyri minningarhaldinum, har sum sigur er, eisini kransar verða lagdir við minnisvarðan.
Um kvøldið verður gudstænasta í Christianskirkjuni, har Nils Pauli Danielsen, prestur prædikar.
Allahalganna sunndudag verður minningargudstænasta fyri pinkubarnadeyða í Christianskirkjuni, og tá verður tað Hans Eiler Hammer, prestur, ið fer at prædika.
Í Christianskirkjuni hevur eisini verið sigur í mong ár, hvønn allahalganna sunnudag at nevna øll tey, sum eru deyð í prestagjaldinum.
Bæði til minningahald teirra sjólátnu við gamalk kirkjugarð, sum verður í dag kl. 15, og til minningargudstænasuna fyri pinkubarnadeyða, sunnudagin kl. 16, fer kvinnukórið, Suð úr Klaksvík at syngja.










