Í bókini verður sagt frá einum ringi, sum hevur 3 rúm, har hvørt rúmið hevur sína yvirskrift.
1. Dirvi at seta ljós og ljóð á
2. Dirvi at seta í gongd verkætlanir og gjøgnumføra tær
3. Dirvi at vera sín egin
Karolina stendur væl og virðiliga royndina um at hoyra til bólkin av megnarkvinnum, og hevur við lívslanga arbeiði sínum prógvað, at tað loysir seg at stríðast, tá ið hugsjónir og sjónir ganga fram um dagligt breyðstrev.
Undirritaða kom sum 15 ára gomul á ALV og var ein av teimum fýra fyrstu næmingunum, sum tóku ”handelsmedhjælpereksamen” á skúlanum við Àir.
Skúlaárið 1960/61 gav mær persónliga eina búning bæði fakliga og menniskjan-liga, har Karolina Petersen var ein fyrimynd.
Eg fekk innlit í, hvussu ein kvinna saman við sínum hjúnafelaga var før fyri at ganga nýggjar leiðir innan almanna økið í Føroyum. Hon setti skúla á stovn og somuleiðis fleiri stovnar, har aðalmálið var at hjálpa teimum við skerdum førleika.
Sum ung kona tók Karolina Petersen á seg eina stóra samfelagsskyldu at hjálpa fólki við skerdum førleika, og var hon við til at menna sosiala medvitið hjá øllum føroyingum, og ikki minst hjá politiska myndugleikanum. Hon fór til verka við stórum menniskjanligum autoriteti, og fekk stovnar at koyra, langt áðrenn onnur veruliga høvdu fatað, hvat var í gongd.
Tey stóru avrikini í lívinum hjá Karolinu Petersen eru millum onnur :
Alv Skúlin við Áir, har nógv hava fingið førleika at fóta sær aftur í lívinum.
Arbeiðsmøguleikar á Postverki Føroya á frímerkjadeildini til fólk við breki.
Stovnar fyri heilsubrekað fólk bæði í Tórshavn og í Runavík.
Sjúklingahotellið í Keypmannahavn var eisini hennara hjartamál. Hon legði lunnar til henda stovn saman við øðrum. Hetta hotel hevur hýst mongum føroyingi, sum hevur verið noyddir til at fara til viðgerðar í Danmark.
Í 1988 var Karolina Petersen landsstýrismaður, og her fekk hon framt fleiri av sínum hjartamálum at hjálpa teimum, hvørs lívsumstøður ikki høvdu verið góðar.
Í 2005 fekk Karolina Petersen riddarakrossin frá Margretu drottning fyri sítt stóra og drúgva samfelagsarbeiði og sítt slóðbrótandi virki sum røddin hjá teimum veiku og verjuleysu.
Nýliga hevur Sjónvarp Føroya gjørt ein frálíka sending um skúlaleiðaran og megnarkvinnuna Karolinu Petersen, og beinraknari mynd kann neyvan gerast, tí her
segði hon sjálv frá royndum á lívsleiðini, og vísti á, at uttan hjúnafelagan Petur Petersen, prest hevði mangan verið trupult.
Størsti eginleiki hjá Karolinu var allarhelst, at hon var trúgv ímóti sínum veruligu ynskjum um bata hjá teimum verjuleysu, og at hon ongantíð tók eitt nei fyri eitt nei, tá hon visti betri, og tískil var tað at stríðast fyri ”góðu sakini” hennara aðalmál.
Eg og maðurin Sigfríður hugsa um teg Petur og sonin Kára og ynskja tykkum troyst í sorgini.
Við hesum fáu orðum fari eg at lýsa frið yvir Karolinu Petersen.
Petra Johnsdóttir Joensen, stjóri á Almannastovuni