Minningardagurin í ferðsluni 2010

Eftir at hava tikið stig til og skipað fyri minningardegi teirra deyðu í ferðsluni hvønn fyrsta sunnudag í juli mánað síðan 2000, vónar Ingi Gunnarsson, at dagurin verður hildin í ár, hóast tiltakið var av ongum í fjør

Minningardagurin hevur verið hildin við at blómur verða lagdar á tey støðini kring landið, har sum ferðsluvanlukkur ið hava kravt mannalív hava verið. Eisini hevur verið tøgn í ein minutt áðrenn fótbóltsdystirnir í bestu fótbóltsdeildini byrja, eins og kirkjur og samkomur eisini hava minst tey, sum eru deyð í ferðsluni.


Fyrsta tiltakið var í 2000. Endamálið við tiltakinum er at gera vart við, at tað framvegis henda alt ov nógvar álvarsligar vanlukkur og at fáa okkum at steðga á eina løtu og hugsa um hesi viðurskifti.


Ingi Gunnarsson sigur, at tiltakið krevur, at tað eru nøkur fólk, sum standa saman um tað. Blómur skulu leggjast út á næstan 200 støð kring landið. Tí verður arbeitt við at kontakta áhugaði, og hann vónar, at minningardagurin verður hildin aftur í ár.


Áhugað eru vælkomin at kontakta Inga Gunnarsson á tel. 794652.