Minniluta diktaturið hoknaði

At tað ber til at finna pol­it­isk­ar loysn­ir uttan at hava eina meiri­luta­sam­gongu, tað hava vit sæð nøk­ur dømi um.

Sambands­flokk­ur­in, Tjóð­veld­is­flokk­ur­in og Javn­að­ar­flokk­ur­in, sum sein­­asta mans­ald­ur­in ikki hava tor­að at gjørt í­móti vilja Fólk­a­floks­ins á fisk­i­vinn­u­øki­num, eru nú so sera samd­ir í ma­krel­mál­i­num, at ein nýggja sam­gonga longu er at hóma.

Somuleiðis sóðu vit í gjár, at tað er sera smart at fá­a eld­fim mál samtykt í ting­i­num - júst tá eingin sam­gong­u­meir­i­lut­i er! Vit hava jú havt minn­i­lut­a­dik­ta­tu­r í so nógv­um málum. Ikki bara í rús­drekk­a­m­ál­um, men í fleiri so­kall­að­um »et­isk­um mál­um«, hvat tað so enn merk­i­r. Tí er pol­i­tikk­ur ikki e­tikk­ur? Ella er politikkur ó­et­isk­ur? Jú, kanska...

Men »hvorom alting er«, so megn­aði ein meir­iluti av løg­ting­i­num at sam­tykkja upp­skot­ið hjá Bjørt Sam­u­el­sen, Kára á Rógvi og Magna Laksáfoss eina og aleina tí, at minn­i­lut­a­dik­ta­tur­ið ikki virk­að­i, tí eing­in sam­gonga var at seta í veð!

Fleiri av teimum, sum vilja hava blok­er­andi minn­i­luta­veldi, royndu at trýsta – og elvdu teimum »rætt­trúgv­­andi« í sam­gong­uni um at trýsta. Men einki bagdi. Minni­lut­­a­­dik­­t­a­­tu­­r­ið er fallið við staðfestingini minn­i­lut­a­sam­gong­uni hjá Kaj Leo og Aksel. Smart hjá summum – og keðiligt hjá summum...