Minniligar konsertir við Karlakóri Reykjavíkur og Tórshavnar Manskóri

Karlakór Reykjavíkur og Tórshavnar Manskór spentu seg veruliga út fyri at geva fólki eina tónlistarliga uppliving av teimum heilt stóru.

 

Í dag vóru heilar tvær felagskonsertir á skránni í Vesturkirkjuni. Ìgjár hevði Karlakór Reykjavíkur konsert í Fríðrikskirkjuni.

 

Sigast má, at bæði kórini vóru væl fyri, og høvdu bæði kórini eina breiða sangskrá, sum fevndi bæði um enskar, latínskar, føroyskar og íslendskar jólasálmar og sangir.

 

Kallakór Reykjavíkur hevði eisini dugnaligar blásarar, urguleikara og trummuleikara við á ferðini til Føroya, umframt basssangaran, Viðar Gunnarsson.

 

Fríðrik S. Kristinsson stjórnaði karlakórinum, meðan Kári Bæk og Bjarni Restorff stjórnaðu Tórshavnar Manskóri.

 

Vesturkirkjan var stúgvandi full til báðar konsertirnar í dag. Mest minniliga løtan varð, tá bæði kórini saman sungu "Føgur er foldin", har áhoyrarafjøldin slapp uppí part. Felagskórið sang eisini góða gamla "Gleðilig Jól". Friðrik S. Kristinsson stjórnaði felagskórinum.

 

Undir greinini ber til at hoyra eina upptøku av Karlakóri Reykjavíkur, eina upptøku av Tórshavnar Manskóri, umframt eina upptøku av "Føgur er Foldin". Í ljóðbrotinum er eisini ein samrøða við kórleiðaran, Bjarna Restorff.