Tað tikist mær so løgið at seta nakrar tankar og orð á prent um vinnmann mín Olvheðin. Her er so nógv, ein kundið tikið fram. Hann var ein so virkin persónur - innan ítrótt og innan kommunalpolitikk í Klaksvík. Hann bleiv valdur inn fyrstu ferð í 1972 og sat til 1992,hann var við í hesum tíðarskeiðnum við at seta fingramerki á menningina av fiskaríhøvuðsstaðnum Klaksvík. Eisini stillaði hann upp til landspolitikk fyri Kristiliga Fólkafólkin Framburðs- og Fiskivinnuflokkin, og her restaði honum bert fáar atkvøður í at verða valdur.
Lat meg venda aftur til tann partin, sum fylti nógv í ungdómslívinum hjá honum, tað var fótbolturin. Har var hann ein dugnaligur leikari, hann var jú ein partur av tí so nógv umtalaða 66-liðnum hjá KÍ,sum kundi geva øðrum fótbóltsfeløgum trupulleikar, men teir góvu Norðoyggjum og teimum, sum leitaðu til dyst í Klaksvík og sum ferðaðust í stórum tali runt oyggjarnar við teimum, nakrar góðar fótboltsupplivingar sum seint verða gloymdar.
Eitt annað, sum Olvheðin gekk uppí, var seyðahaldið í Elduvík. Alexandrina, kona hansara, var ein av teimum stóru eigarnum av seyði, og sumrini í Elduvík saman við Alexandrinu og Olvheðin eru fyri okkum løtur, vit ikki koma at gloyma. Fyri okkum býarfólk var hetta nakað serstakt, har øll familjan stóð saman um at fáa alt til høldar,um tað var at geva medisin, klippa seyðinum ella fletta. Alt bleiv tikið hond um. Til tíðina í Elduvík hoyrir eisini til, at Alexandrina og Olvheðin drivu matstovuna “Lonin”, har vit høvdu mangar góðar løtur, og gestir komu á gott. Føðingardagarog konfirmasjónsdøgurðar blivu hildnir í “Lonuni”, og tað lá væl fyri hjá Alexandrinu at gera vælsmakkandi mat. Kona mín og hon arbeiddu val saman, tá hon var liðug at vaska á Læraraskúlanum var farið til Elduvíkar at hjálpa til í “Lonuni”. Ikki kann sigast annað, enn tað er ein undarlig kensla, at tey bæði ikki eru millum okkum meira – hugnalig og løtt í sinninum minnast vit hetta parið.Í Klaksvík, á Fløttinum 3, var heimið, sum vit komu at læra Olvheðin og Alexandrinu at kenna. Tá vóru dreinginir komnir, og tað var familjuøking á veg, so tað var ikki so lítil spenningur um tann fjórði drongurin kom, ella um tað bleiv ein genta. Jú, mín sann, so kom hon, Maria. Hesi børn teirra, John Kári, Markus, Jógvan og Maria komu at blíva góðir og virknir samfelagsborgarar innan ymsar vinnugreinar. Vit ynskja tykkum og familjum tykkara Harrans styrki, nú tit hava mist pápa tykkara, sjálvt um hann fyri tykkum og okkum onnur var so broyttur vegna sjúku.
Olvheðin var aktivur í tí andaliga arbeiðnum í Klakksvík. Hann var aktivur í arbeinum í K.F.U.M.&K, síðan var hann saman við fleiri við til at stovna Soli Dio Gloria. Í apríl 1979 bleiv hildin ein stór páskastevna í Ítróttarhøllini í Klaksvík, høllin var stúgvandi full, skipað varð fyri pallborðsfundið við politikkarum, og tað var Olvheðin, sum leiddi tann fundin. Olvheðin hevði góðar gávur at boða gleðiboskapin um sín Harra og frelsara, og seinni um kvøldið var vanligt møti við fullari høll. Somuleiðis bleiv Olvheðin ein partur av Tjaldmissiónini, har vit á hvørjum sumri vóru á Gøtueiði, og úti við 80 fólk lógu í Campingvognum,og ein hópur av fólki komu til møtir, og mong fingu ein nýggjan start uppá lívið.Hetta var tað, sum gleddi Olvheðin og Alexandrinu,og okkum onnur sum vórðu við í hesum arbeinum.
Eitt annað, sum hann gleddist um, var, at tað bleiv heitt á hann at luttaka við møtir hjá útisetum í Jyllandi. Í kreppuni í 90’unum flutti Olvheðin til Danmark fyri at fáa arbeiði, men hetta eydnaðist ongantíð til fulnar.Tað dapra hendi, at Alexandrina fær staðfest ringa sjúku, sum ger, at hon ikki stendur til at bjarga. Hetta var ein dyggur smeitur fyri familjuna, og vit onnur høvdu mist ein góðan vin og samstarvfelaga. Olvheðin flutti ikki heim aftur,royndi at fóta sær og upparbeidi sær eina nýggja tilveru í Danmark. Hann giftust aftur við Kirten, og tey fingu nøkur góð ár saman í Skejby. Hugnaligt var at koma at vitja hjá teimum. Kirten, jeg ved, at det har vært noen svere tunge år for dig , du opplevet at Jacob som du kalte ham og som du var så glad i forandret sig ,på grund af sygdommen,vi vil bede for dig.
Lat meg at enda takka tykkum familjum Højbro og Jacobsen, at vit fingu loyvi at uppliva saman við tykkum og Alexandrinu og Olvheðin. Bæði av gleði og sorg. Eg vil við hesum fáu orðum lýsa Guds frið yvir minni um mín góða vin Olvheðin. -----
Thomas J. Askham