Norðmenn hava gjørt av, hvør skal gera minnisvarðan fyri tey 77 fólkini, sum lótu lív á Utøya og í Oslo tann 22. juli í 2011.
Tað er sviin Jonas Dahlberg, sum ætlar at skera eitt petti av Noreg uttan fyri Utøya, sum eitt tekin um missin eftir 77 fólkum, sum vórðu dripin av Anders Breivik tann 22. juli 2011. Av hesum vóru 69 ung á legu á Utøya.
Tilfarið, sum verður skorið burtur, skal síðani brúkast til ein minnisvarða í Oslo í stjórnabýarpartinum, har ein bumba brast og drap átta fólk stutt fyri, at Breivik fór í land og skeyt eftir teimum ungu á Utøya.
300 listafólk frá 46 ymiskum londum hava luttikið í eini altjóða kapping at finna rætta minnisvarðan. 67 av hesum vóru úr Noreg.
Jonas Dahlberg sigur, at hann fekk íblástur til minnisvarðan, tá hann var og vitjaði Utøya í sambandi við, at hann vildi gera eitt uppskot til minnisvarðan. Tað tóktist sum um, at náttúran longu var í holt við at grøða sárið eftir hendingina og við at skera eitt petti av landinum, verður hendan menning steðgað.