Talið á yvirgangsatsóknum í ES-londunum er minkað støðugt tey seinastu fimm árini. Í 2007 vóru atsóknirnar 600 í tali, í 2010 var talið komið niður á 249, og í fjør var tað 174. Tað vísa tøl hjá evropeiska løgreglusamstarvinum Europol.
110 av teimum 174 atsóknunum, sum vórðu skrásettar í fjør, vóru í Fraklandi og Spania, og var tað tann baskiski loysingarfelagsskapurin ETA, sum stóð fyri teimum flestu.
Europol hevur eisini kannað yvirgangsvirksemið hjá víðgongdum og høgravonginum og vinstravonginum. Úrslitið er, at víðgongd vinstrasinnað framdu 37 atsóknir og víðgongd høgrasinnað eina atsókn í ES-londunum í fjør.
Yvirgangurin í Oslo og á Utøya (myndin) seinasta summar er ikki við í uppgerðini hjá Europol, tí hon umfatar einans ES-londini.










