Minni vindur til týsdagin

Veðurstovan DMI væntar, at nógvi vindurin seinastu dagarnar fer at leggja seg nú og at tað verður friðarligari til týsdagin.

Køld óstøðug luft við ælaveðri streymar inn yvir Føroyar úr útnyrðingi. Sunnudagin fer eitt lágtrýst móti Grønlandsfjørðinum úr útsynningi, og eitt tilhoyrandi hitabrúgvalag fer yvir Føroyar úr einum útsynningi sunnudagin, meðan kuldabrúgvin fer framvið mánadagin og við henni ælaveður. Mikudagin fara nýggj brúgvaløg framvið Føroyum úr vestri, og við teimum kemur ælaveður úr útsynningi og vestri.

 

Veðrið leygardagin:
Andøvsgul upp í ein strúk av vindi, 8 til 13 metrar um sekundið. Skiftandi Samdrigin luft við ælaveðri, partvís við heglingi ella vátaslettingi, og hitin millum 1 og 5 stig. Sunnunátt gul til stívt andøvsgul úr vestri, sum snarar móti útsynning, 5 til 10 metrar um sekundið. Mest sum turt, men skýggjað. Hitin millum frostmarkið og trý stig.

 

Sunnudagin:

Gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið, sum veksur til stívt andøvsgul upp í ein strúk av vindi, 8 til 13 metrar um sekundið, og um náttina stívt andøvsgul upp í hvassan vind úr suðri og útsynningi, 10 til 15 metrar um sekundið. Skýggjað og támut, og okkurt æli. Hitin veksur til um 8 stig.

 

Mánadagin:

Stívt andøvsgul til hvassur vindur úr suðri, 10 til 15 metrar um sekundið, sum snarar móti vestri og minkar til stívt andøvsgul upp í ein strúk úr vindi, 8 til 13 metrar um sekundið. Skýggjað og stundum regn. Hitin millum 5 og 8 stig. Um kvøldið og náttina gul til stívt andøvsgul úr útsynningi, 5 til 10 metrar um sekundð. Fyrst regn, síðani klárar hann í, tó okkurt æli. Hitin millum 2 og 5 stig.

 

Týsdagin:

Andøvsgul upp í ein strúk av vindi, 10 til 15 metrar um sekundið, sum um náttina veksur til strúkur í vindi upp í skrið úr suðri, 15 til 20 metrar um sekundið. Skiftandi samdrigin luft við ælaveðri, men um náttina skýggjað og stundum regn. Hitin um 5 stig.

 

Mikudagin:

Hvassur vindur upp í skrið úr suðri, 15 til 20 metrar um sekundið, sum um kvøldi snarar móti vestri. Skýggjað og regn og hitin um 8 stig. Um náttina samdrigið við ælaveðri og hitin millum 2 og 5 stig.