Minni verður útflutt av heilum fiski

Nøgdirnar av óvirkaðum toski, hýsu og upsa, sum fer av landinum, eru javnt minkaðar tey seinnu árini.

Árini 2008 til 2010 øktist útflutningurin av óvirkaðum fiski úr 23.413 tonsum í 2008 upp í 34.952 tons í 2010.

 

Í 2011 minkaðu nøgdirnar aftur, og í 2012 var talið 2% minni enn í 2011. 

 

Talvan vísir, at útflutningurin av óvirkaðum fiski - samanlagt - er minkaður árini síðan 2010.

 

Nøgdirnar av toski, hýsu og upsa eru javnt minkaðar tey seinnu árini.