Økt veiðitrýst førir til minni avkast og lægri hýrur.
Vit hava øll áhuga í, at veiðitrýstið minkar. Við einum minni veiðitrýsti økist veiðan pr. mann og hýran pr. dag økist. Veiðan pr. skip verður størri, og flotin fer at geva yvirskot. Tað, at høvuðsvinnan gevur yvirskot, og rindar skatt er ein sjálvfylgja í øllum øðrum londum. Tí hava vit øll áhuga í, at feskfiskaflotin aftur verður avkastgevandi.
Flotin gav yvirskot, men landsstýrið økti veiðitrýstið.
Feskfiskaflotin hevði stóra veiðu og gav stór yvirskot í 2001. Hýrurnar vóru eisini methøgar. Men veiðitrýstið var í stórari øking. Ein øking stavaði frá, at flotin altíð gerst meir og meir effektivur. Men harumframt økti landsstýrið (fólkaflokkurin) veiðitrýstið í stórum við at býta gomul, lítil og óeffektiv skip um við nýggj og størri, sum høvdu nógv størri veiðiorku.
Størri floti gevur størri hall.
Úrslitið sást skjótt. Flotin fiskaði 38 túsund tons av toski í 2002. Í 2007 var veiðan komin niður á 12 túsund tons. Línuskipini høvdu 19 milliónir í avlopi í 2002. Í 2006 var úrslitið 13 milliónir í halli. Økta veiðitrýstið eftir upsa hevur enn ikki ført til minni veiði, men til nógv verri fíggjarligt úrslit. Í 2002 høvdu partrolararnir 74 milliónir í avlopi, men í 2006 høvdu teir bert 9 milliónir í avlopi.
Minni floti fiskar líka nógv og gevur nógv betri fíggjarlig úrslit.
Í 1993 fór so gott sum allur feskfiskaflotin á húsagang, og eini 30-40 prosent av flotanum vóru seld av landinum. Studningarnir til fiskivinnuna vóru avtiknir. Trý ár seinni vóru fiskastovnarnir komnir fyri seg aftur. Sjálvt um flotin var nógv minni, fingu vit framvegis um 100 túsund tons av botnfiski.
Tað ótrúliga hendi. Í 1996 gav feskfiskaflotin yvirskot uttan studning fyri fyrstu ferð í 30 ár.
Ein minni floti verður best í longdini.
Alt bendir tí á, at ein lítil og effektivur floti er tað, sum gagnar fiskimonnum, reiðarum og samfelagnum best í longdini. Tí fari eg við hesum at heita á løgtingið um at halda fast við eina munandi skerjing av fiskidøgunum og veiðitrýstinum.